Tað var eingin ivi í Gundadali. HB hevði væl betri tak á fótbóltsspælinum, og HB vann 3-1 í Gundadali ímóti Víkingi, sum síðstu løtuna var undirmannað. Atli Gregersen sá reytt fyri at verja við arminum, tá ið bólturin var á veg í málið. Símun Samuelsen, sum var sera væl upplagdur umsetti brotssparkið til 3-1 HB leiðslu.
Fyrsta løtan var eyðkend av sonnum fýrverki. HB legði seg í handavend framum 2-0, tá ið Ari Mohr Olsen og Dan í Soylu skoraðu, og Víkingur minkaði beinanvegin um munin, tá ið Dion B. Splidt skoraði.
Víkingur hevur fýra stig, og HB hevur fimm stig, ið er sama stigatal, sum KÍ hevur.
Klaksvíkingur vunnu ársins fyrsta sigur á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Nýggi miðvallarpspælarin hjá EB/Streymi, Sveinur K. Magnussen, var málskjútti.
Eftir steðgin var leikferðin hjá KÍ hægri, og tað eydnaðist heimaliðnum at skora tvey mál. Tað fyrra skoraði Jóannes Bjartalíð, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, og tað seinna skoraði Boris Dosljak, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði lagt innfyri.
Síðsti dysturin í hesum umfarinum var í Fuglafirði, har fyrsta bríkslið millum ÍF og TB var klokkan 16. Dysturin endaði við javnleiki. Stefan Radosavljevic legði TB á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom ÍF rættiliga fyri seg og skoraði tvey mál – liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard skoraði bæði málini. Tað endaði tó við vónbroti hjá heimaliðnum, tí í yvirtíðini fekk TB brotsspark, sum Stefan Radosavljevic sendi í málið til úrslitið 2-2.
KÍ – EB/Streymur 2-1 (0-1)
0-1: Sveinur Knút Magnussen
1-1: Jóannes Bjartalíð br
2-1: Boris Dosljak
Skála – NSÍ 2-0
1-0: Jákup Johansen
2-0: Pætur Dam Jacobsen
HB – NSÍ 3-1 (2-1)
1-0: Ari Mohr Olsen
2-0: Dan í Soylu
2-1: Dion B. Splidt
AB – B36 1-2 (1-0)
1-0: Sørin Samuelsen
1-1: Andrass Johansen
1-2: Benjamin Heinesen
ÍF – TB 2-2 (0-1)
0-1: Stefan Radosavljevic
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard
2-1: Jan Ó. Ellingsgaard
2-2: Stefan Radosavljevic
B36 | 3 | 3 | 0 | 0 | 5 | 2 | 9 |
Skála | 3 | 2 | 0 | 1 | 4 | 1 | 6 |
HB | 3 | 1 | 2 | 0 | 4 | 2 | 5 |
KÍ | 3 | 1 | 2 | 0 | 4 | 3 | 5 |
Víkingur | 3 | 1 | 1 | 1 | 6 | 5 | 4 |
TB | 3 | 1 | 1 | 1 | 4 | 5 | 4 |
NSÍ | 3 | 1 | 1 | 1 | 2 | 3 | 4 |
AB | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 5 | 3 |
ÍF | 3 | 0 | 1 | 0 | 3 | 7 | 1 |
EB/S | 3 | 0 | 0 | 3 | 2 | 5 | 0 |
Fjórða umfar
Leygardagin 6. apríl
NSÍ - Víkingur
Sunnudagin 7. apríl
ÍF - KÍ
B36 - HB
AB - Skála
TB - EB/Streymur
---
ÍF - TB
LIÐUGT
Heimamenninir eru vónbrotnir, eftir at TB javnaði við brotssparki beint fyri leiklok. TB legði seg á odda í fyrra hálvleiki, tá ið teir stóðu seg væl. Heimaliðið mannaði seg upp í seinna hálvleiki og skoraði tvey mál, eftir at teir skaptu fleiri góðar málkjansir. Tað endaði tó við javnleiki.
90) 2-2
2-2: Stefan Radosavljevic, brts.
Dómarin bríkslar fyri brotssparki til TB eftir støðu í brotsteigarhorninum. Stefan Radosavljevic sendir bóltin í málið úr 11 metrum, og nú er hann eisini tvífaldur málskjútti í dag.
87) 2-1
2-1: Jan Ó. Ellingsgaard
Nú legði ÍF seg á odda. Innskifti Jóhan Petersen legði inn fyri málið, og har stútaði Jan Ellingsgaard bóltin í netið. Tvífaldi málskjúttin hevur sent ÍF á sigurskós.
80) 1-1
ÍF hevur havt yvirvág í spæli seinastu løtuna. Bæði liðini hava gjørt útskiftingar.
65) 1-1
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard
So er javnt í Fuglafirði. ÍF liðformaðurin og fremsti álopsspælarin Jan Ó. Ellingsgaard skoraði.
60) 0-1
ÍF roynir at pressa, meðan TB er væl skipað í verjuni og dúvar upp á skjót mótálop.
46) 0-1
Dánjal á Lakjuni er skiftur inn á ÍF liðið.
HÁLVLEIKUR
35) 0-1
0-1: Stefan Radosavljevic
TB hevur lagt seg framum í Fuglafirði. Verjuspælið hjá heimaliðnum sá ikki sannførandi út, og so varð vandamikli Stefan Radosavljevic leysur, tá ið hann skoraði.
30) 0-0
Bæði liðini hava havt møguleikar. ÍF hevur eftir horna stútað á tvørtræið, og TB var um reppið, tá ið roynt varð við langari sending fram.
15) 0-0
Tað er lívligt, og tað kennist sum um, at báðir partar eru sinnaðir at leypa á.
00)
Merkisvert er tað, at TB bara hevur fýra spælarar á beinkinum. Ein teirra er eykamálverjin Bárður Dimon.
ÍF - TB kl. 16.00
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Petur Meinhard Magnussen - Gunnar Christiansen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Dávid Langgaard, Andy Olsen - Høgni Madsen, Karl Løkin, Sámal Joensen - Holgar Durhuus, Jan Ó. Ellingsgaard, Ari Ó. Ellingsgaard
TB: Milos Budakovic - Dánjal Godtfred, Aron Sørensen, Niklei Johannesen, Ivan Ivanovic, Stefan Radosavljevic, Regin í Lágabø, Ndende Adama Guéye, Poul Ingason, John Villi Wøldike, Luc Michal Jeggo
--
LIÐUGT
3-1
90) 3-1
Fýra minuttir lagdir aftrat. Síðstu løtuna hevur Víkingur víst vilja at svara aftur, og onkra ferðina hevur tað verið tætt við.
81) 3-1
Sølvi Vatnhamar leggur fram í brotsteigin við frísparki. Andreas Lava Olsen roynir at temja bóltin, og bólturin endar í HB netinum. Dómarin kolldømir fyri fríspark ímóti HB málverjanum.
74) 3-1
Philip Djordjevic verður skiftur inn á Víkinga liðið.
72) 3-1
3-1: Símun Samuelsen br
REYTT KORT: Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen, sum verjir við arminum, tá ið bólturin er á veg í Víkingamálið.
HB innleggið var úr høgru, og Ari Mohr Olsen og Dan í Soylu royndu seg, áðrenn tað endaði við brotssparki.
69) 2-1
Víkingur er mest í verjustøðu. Gestirnir dúva uppá deyðbóltar og langar sendingar fram til Adeshina Lawal. HB hevur væl betri tak á fótbóltsspælinum.
66) 2-1
Adrian Justinussen er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er settur Pætur Petersen.
60) 2-1
GULT KORT. Adrian Justinussen hjá HB sær gult fyri at halda í mótstøðumann.
57) 2-1
Nú hevði HB risa møguleika at økja um leiðsluna. Eftir innlegg úr høgru var Hørður H. Askham blankur mitt fyri og átta metrar úr málinum, men hann sendi við høvdinum bóltin skeivu megin handara stólpan.
55) 2-1
Víkingur hevur risa møguleika at javna. Hanus Jacobsen leggur við horna innfyri úr høgru, tað verður stútað uppá tvørs til Adeshina Lawal, sum er øgiliga leysur, men hann fær ikki tamarhald á støðuni, áðrenn HB varpar bóltin burtur.
46) 2-1
Nú hevur Víkingur lítla lotið undan.
HÁLVLEIKUR
2-1
45) 2-1
Ein minuttir lagdur aftrat.
40) 2-1
GULT KORT: Andreas Lava Olsen hjá Víkingi fyri fríspark aftarlaga í vinstru.
30) 2-1
HB er nógv meiri á bóltinum, og bólturin er mest sum alla tíðina á Víkingahálvuni.
25) 2-1
Magnus Egilsson leggur horna innfyri úr vinstru hjá HB. Elias Rasmussen hálvbjargar eftir stútara, og eftir fleiri ferðir aftur og fram og royndir ímóti málinum, endar tað við nýggjum horna, sum einki spyrst burturúr.
20) 2-1
Nú var aftur tætt við, at HB skoraði, men Elias Rasmussen bjargaði, tá ið Símun Samuelsen royndi seg við stútara.
18) 2-1
Tað er lívligt og undirhaldandi í Gundadali. Síðstu løtuna hevur HB verið omaná, og fyri lítlari løtu síðani var um reppið, at HB skoraði.
09) 2-1
Víkingur er sera ágangandi og vinnur nú horna í høgru.
07) 2-1
2-1: Dion B. Splidt
HB er um at gera sjálvmál, men Teitur M. Gestsson tveitir seg og bjargar. Dómarin bríkslar fyri óbeinleiðis frísparki úr sjey metrum. Bólturin verður trillaður til Dion B. Splidt, sum skorar sítt fyrsta mál í landskappingini fyri Víking.
04) 2-0
2-0: Dan í Soylu
Framúr HB álop í vinstru, har Símun Samuelsen og Ari Mohr Olsen saman við Dan í Soylu vóru við í uppspælinum. Dan í Soylu smekkaði úr samankomingini á brotsteiginum í vinstru og upp í handara málhornið.
03) 1-0
1-0: Ari Mohr Olsen
HB hevur verið á bóltinum mest sum alla tíðina, og nú eydnaðist tað Ara Mohr Olsen at skora. Eftir horna úr vinstru var hann púra blankur í málteiginum.
01) 0-0
HB verjir norðara málið.
00)
Hetta eru tey bæði liðini, sum trý tey seinastu árini hava vunnið FM. Víkingur í 2016 og 2017 og HB í 2018.
00)
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali.
HB - Víkingur: kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen - Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Binni Hløðversson, Hørður H. Askham, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen
Víkingur: Elias Rasmussen -Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Milan Svojic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Vukasin Tomic, Heðin Hansen, Dion B. Splidt - Sølvi Vatnhamar - Adeshina Lawal
--
LIÐUGT
2-1
90) 2-1
88) 2-1
EB/Streymur spennir álopsbogan, og í sambandi við deyðbóltsstøður er tað vandamikið frammanfyri KÍ málið.
76) 2-1
Heimaliðið er framvegis leikliga greitt omaná, meðan EB/Streymur hevur ilt við at fóta sær. Men tað er bara eitt mál á muni, og harvið er spenningurin varðveittur.
66) 2-1
2-1: Boris Dosljak
Jóannes Bjartalíð leggur innfyri úr høgru, og Boris Dosljak er púra blankur, tá ið hann stýrir bóltin í málið.
55) 1-1
KÍ hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin. Jákup B. Andreasen er fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin, meðan unglingaspælarin Børge Petersen er settur inn í miðverjuna.
HÁLVLEIKUR
1-1
45) 1-1
KÍ hevur risa møguleika eftir innlegg úr vinstru. Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen eru báðir leysir undir málinum, men Rói Zachariasen í EB/Streymamálinum bjargar.
40) 1-1
1-1: Jóannes Bjartalíð br
Boris Dosljak verður togaður niður í EB/Streyma brotsteiginum, dómarin peikar á ellivu metra blettin, og Jóannes Bjartalíð umsetir brotssparkið til 1-1.
30) 0-1
Tað er synd at siga, at tað er ferðmikið. Í EB/Streymi eru teir sjálvandi sera væl nøgdir við støðuna, sum hon er, og heimaliðið megnar ikki at fáa ferð á spælið, sum er lítið hugflogsríkt.
15) 0-1
0-1: Sveinur K. Magnussen
Eftir uppspæl og innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram hevur EB/Streymur skorað. Hetta var fyrsta ferðin, at Sveinur K. Magnussen hevur skorað fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Hann hevur spælt fótbólt í Danmark og er sonur Berg Magnussen, sum var sannur málslúkur eitt nú á Oyggjaleikunum í 1989, tá ið hann var á landsliðnum.
10) 0-0
Tað gongur javnt á, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
00)
Tað er kalt, men líkindini at spæla fótbólt eru góð.
KÍ - EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Bjarki Danielsen
KÍ: Meinhardt P. Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Simen Sandmæl, Takuya Matsunaga, Jonn Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen
EB/Streymur: Rói Zachariasen - Poul G. Olsen, Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Gestur B. Dam - Rói H. Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Jónstein Magnussen, Høgni Modjord, Sveinur K. Magnussen, Magnus Jarnskor
---