ENDURLÝSING - Námsfrøðingur til Skúlaspíran og Frítíðarheimið í Eysturkommunu

 

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at byrja 09. august 2021 og til 30. Juni 2022. Talan er um starv á 30 tímar um vikuna. Har av eru 15 tímar í Skúlaspíranum.

 

Meir kunning um Skúlaspíran er at finna á skeyk.fo

 

Námsfrøðingurin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi.  

 

Vit leita eftir fólki, sum eru arbeiðshugað, nærløgd, samstarvshugað, tekur ábyrgd og sær møguleikar.  

 

 Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum. 

 

Í Skúlaspíranum verður starvið skipað í samráð við førleikastovuna á skúlanum. 

 

Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í  forskúla, 1. flokki og 2. flokki.

 

Okkara arbeiði er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn aftan á loknan skúladag.

 

Arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.  

 

Lønar- og setanartreytir

 

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir

 

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til eystur(at)eystur.fo

 

Umsóknarfreistin 02. august 2021.

 

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til,

 

Hanna E. Olsen, Fríðtíðarheimið á tlf. 730053  ella Atla F. Johansen, Skúlaspírin á tlf 730070.   

 

Galdandi fyri øll størvini er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett ístaðin.

 

 Víst verður til: www.eysturkommuna.fo