Sumba vann í Vági, og tá ÍF ikki megnaði at fáa stig í Klaksvík var greitt, at tað verður Sumba, sum skal spæla tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini ímóti LÍF, sum endaði næstfremst í næstbestu deildini.
Tá vit vóru í sambandi við kappingarstjóran, Jens Erik Magnussen, seinnapartin í gjár, var ikki heilt greitt, nær dystirnir verða spældir, men kappingarstjórin roknaði við, at tað verður spælt tvey tey næstu vikuskiftini:
? Tað er uppleggið frá okkum. Um feløgini kunnu semjast um eitt annað útspælt, so fara vit ikki at leggja teimum forðingar í vegin, men enn rokna við við, at tað verður spælt nú í vikuskiftinum og so aftur annað vikuskifti.
Lutur skal dragast um, hvar tað skal spælast fyrst.
Endurtøka
Í fjør telvaðust somu liðini um eitt pláss í bestu deildini. Ta ferðina flutti TB beinleiðis niður, og B71 flutti beinleiðis upp.
Fyrri dysturin millum LÍF og Sumba var í Leirvík leygardagin 10. oktober, og tá vann LÍF 2?1, eftir at teir í 1. hálvleiki høvdu verið frammanfyri 2?0. Sunnudagin 18. oktober varð spælt í Sumba, og tá vann heimaliðið 2?0, og harvið varðveittu sumbingar plássið í bestu deildini, og nú skulu teir stríðast eyka fyri at halda tørn, soleiðis at teir eisini í ár 2000 verða í 1. deild.