ENI fingið boriloyvi

Jarðfeingi lat í gjár italska oljufelagnum ENI Denmark BV góðkenning at fara undir leitiboring eftir olju á føroyska landgrunninum.

ENI Denmark BV er fyristøðufelag og umboðar 55% av loyvinum. Hinir loyvishavararnir eru OMV (Faroe Islands) Exploration GmbH, Føroya Kolvetni P/F og Cieco Exploration and Production (UK) Limited, sum umboða ávikavist 20%, 12,5% og 12,5% av loyvinum.

Boripallurin West Phoenix, sum norska felagið Seadrill eigur, skal bora brunnin. Hesin arbeiðir í dag fyri Total á norsku Hild leiðini og verður væntandi á føroyska boristaðnum í seinnu helvt av mai.

Loyvisøkið liggur í ein landsynning úr Føroyum, okkurt um 10 km frá landgrunsmarkinum millum Føroyar og Bretland.

Brunnurin verður boraður á Anne-Marie leitimiðinum á 60° 49? 14.514??N og 04° 33? 56.172?? W. Havdýpið á staðnum er 1.106 metrar.

Boringin er mett at taka millum tveir og tríggjar mánaðir.

ENI hevur áður borað í føroyskum øki. Hetta var í 2003, tá Marimas brunnurin varð boraður í Loyvisøki 002.

Boringin hjá ENI er sjeynda leitiboringin á landgrunninum. Tríggjar boringar vóru í 2001, ein í 2003, ein í 2006 og ein í 2007/8.