Enn ein H71-leikari fer uttanlands

Janus Dam Djurhuus gerst liðfelagi hjá Dánjali Ragnarssyni í ÍBV

Hondbóltsdeildin hjá ÍBV boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála 20 ára gamla vinstra veingin hjá H71, Janus Dam Djurhuus.

 

Janus og Dánjal Ragnarsson gerast sostatt liðfelagar. 

 

ÍBV undirstrikar fyri sínum fjepparum, at talan er um ein ungan og evnaríkan spælara sum skal kappast til U20 EM-endaspælið í Portugal í summar. Eisini nevnir ÍBV, at Janus var partur av einum framúr sterkum H71-hópi, ið vann bæði steypakapping og landskapping í stórum stíli. 

 

Janus var ígjár hjástaddur tá ÍBV við fjórðingsfinalusigri á Stjørnuni vann seg í hálvfinalurnar. Janus sigur, at skiftið til ÍBV er eitt gott á leiðini hjá honum at gerast ein enn betri hondbóltsleikari.

 

Talið av føroyskum hondbóltsútisetum veksur alsamt, og gerst tað alsamst hugaligari hjá Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjara sum til komandi kappingarár hevur eitt stórt tal av leikarum, ið spæla uttanlands á hægri støði at velja ímillum.