Flestum kunnugt hevur áhugin fyri konsertini við Shu-bi-dua, sum verður nú fríggjadagin, verið ovurhonds stórur. Forsølan hevur gingið einastandandi væl, og ikki hevur staðið á at selt øll atgongumerkini.
Fyrireikararnir hava tískil gjørt av, at skipa fyri enn einari konsert, og verður henda hildin í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Upprunaliga var ætlanin, at talan skuldi bert verða um ta einu framførsluna, men eftir metstóru forsøluna, umframt fleiri áheitanir, er so gjørt av, at skipa fyri einari nýggjari konsert. Tiltakið verður skipað á júst sama hátt, sum fríggjakvøldið, og merkir hetta m.a., at Dynamitt2000 eisini verður at síggja á pallinum. Enn hava vit ikki hava havt høvi til at lurta eftir nýggja bólkinum, men lítið er at ivast í, at nógv gott er í væntu frá teirra síðu.
Av tí at skotbráðið verður somikið stutt til seinnu konsertina, hava fyrireikararnir gjørt av, bert at hava tvey ella trý sølustøð. Í øllum førum verður møguleiki at keypa atgongumerki á Kunningarstovuni í Havn og Shellstøðini í Norðagøtu. Harumframt verða atgongumerki møguliga seld í Klaksvík, men hetta er treytað av, at tað eydnast at fáa Strandferðsluna at skipa fyri eykatúri um Leirvíksfjørð. Arbeitt verður við hesum, men í skrivandi løtu er ikki greitt, um hetta fer at eydnast. Fyrireikararnir ætla við hesum, at geva Klaksvíkingum betri møguleika at sleppa til hesa konsertina.
Hóast stuttu fyrireikingartíðina, er lítið at ivast í, at tiltakið leygarkvøldið verður eins væl fyrireikað. Hetta tí allir partar tá hava royndirnar frá fríggjakvøldinum at dúva upp á, so hjá tykkum, sum ikki eydnaðist at fáa atgongumerki til fríggjakvøldið er bert ein gongd leið, og tað er at fara inn á Kambsdal leygarkvøldið. Stendur tað til fyrireikararnar og bólkarnar á pallinum, verða tit ikki vónbrotin.