Tað sær ikki út til at teir sokallaðu »umhvørvisfelagsskapirnir« ætla sær at gevast við at føra stríð móti føroyska grindadrápinum. Og hugburðurin tykist at verða tann, at gevast teir ikki við góðum, so skulu teir tvingast til tað við illum.
Í eini kenslubornari grein í The Express, skrivar Danny Penman um tað ræðuliga í at føroyingar drepa grind á ein slíkan barbariskan hátt. Hesi djór, sum bert hava hug at spæla og ikki fáa frið til tess.
At greinin so eisini er merkt av villum ger heldur ikki støðuna betri.
Grindaslátur
Heitið á greinini er »Grindaslátur litar sjógvin reyðan« og í undirskriftini ger hann vart við at hesir øgiligu føroyingarnir geva skúlabørnunum frí, soleiðis at tey við egnum eygum, kunnu skoða tað ræðuliga rituella slakti.
Hann heldur fram:
»So hvørt, sum strendurnar gerast sláturstøð fyltar við hálvdeyðum og vanskeplaðum grindahvalum, sleppa børnini at vaða í grindablóði, samstundis sum tey sleppa at skera navn sítt í hvalakúlurnar.
Hesir vinarligu hvalir verða slaktaðir, bert 200 fjórðingar úr skotsku stondini í Føroyum...«
Danny Penman letur tað í greinini síggja soleiðis út, at grindadráp í Føroyum er ein loynidómur.
Hann skrivar m. a. at The Express hevur fingið fatur á loyniligum myndum og videoupptøkum, sum vísa alt tað ræðuliga, sum hendir í slátrinum har umleið 3000 sera klókir grindahvalir verða dripnir hvørt ár.
»Serkøna hjálp«
Um greinin er skrivað av honum sjálvum ella »med påholden pen« er sjávlandi torført at siga nakað um, men tað er tankavekjandi at síggja, at fyrsti »serkøni«, sum far orðið í greini er vísundaligi kanningarleiðarin hjá Whale and Dolphin Conservation Society og hann eitur Mark Simmond.
Hann sigur at tað eru nógvar orsøkir fyri at steðga grindadrápinum, men høvuðsorsøkin er, at tað er so ræðuligt og púra óneyðugt.
? Grindahvalirnir eru so fitt og skilagóð djór, sum elska at spæla sær kring skipini, og tað er eisini orsøkin til at teir eru so lættir at lokka og drepa sigur hann.
Víðari sigur hann, at fyri at fáa rakstur á grindirnar, brúka føroyingar tað mest framkomnu skipsútgerðina, so sum sonarútgerð, radarar og satelitt navigatiónsútgerð - sig so tað.
Broytingarnar
ongan áhuga
Síðan kjakið um grindadrápið kom fram í útlendskum bløðum, so eru broytingar farnar fram, sum hava gjørt grindadrápið meira »humant «, um tað kann eita so.
Skutilin er forboðin og tað kemur næstan ikki fyri, at hvalvákni verður brúkt longur. Eisini sjálv avlívingin er øðrvísi og drápini ganga skjótt fyri seg í dag.
Men hetta hevur ongan áhuga í The Express. Tað hevur fyri Penman størri týdning at gera vart við at eitt dráp kann taka upp í 11 tímar.
Grindamannafelags?formaðurin er við
Tað skal tó sigast, at Penman hevur gjørt eitt arbeiði fyri at hava eitt alibi.
Hann hevur tosað við formannin í Grindamannafelagnum, Hans J. Hermansen, og ein professara við Cambrigde University.
Tað, sum hesir báðir siga verður bara brúkt ímóti teimum og fyri at lyfta upp undir tað, sum Whale and Dolphin Society sigur.
Hans J. Hermansen sigur við The Express at tað er rætt at grindadráp er ein partur av okkara mentan og at vit ikki eru so tætt knýtt at hvalinum, sum tey, sum eru ímóti okkum.
? Hatta er eitt slag av »grønari« imperialismu og tí eru vit ímóti. Vit eru ikki einasti minnuluti í heiminum, sum verður kroystur at liva á ein serligan hátt.
Hann leggur atfturat, at um tú etur kjøt, so má eitt djór láta lív, soleiðis er lívið og vit gera tað á best møguligan hátt, sigur Hans J. Hermansen.
Professarin frá Cambridge, hann eitur John Harwood, sigur, at tað sjálvandi má verða stressandi fyri hvalirnar og at tað má setast spurnartekin við um framferðin hjá føroyingum er hóskandi nú á døgum.
Royna at fáa
boykot í lag
Hesin felagsskapurin, sum uttan iva er tann, sum hevur latið »tilfarið« til greinina hevur roynt at fáa stáplað eitt boykot av føroyskum vørum upp á beinini, men tað sær ikki út til at eydnast.
Tvey stór vøruhús í Bretlandi, Tesco og Marks & Spencer hava boða frá, at tey eru ikki við í einum boykotti. Ein talsmaður fyri Tesco sigur, at tað er ikki teirra uppgáva at døma í einum slíkum málið.
? Vit taka ikki undir við grindadrápið, men tað er okkara uppgáva at veita kundunum tað tey vilja hava og tað tey hava ráð til, og tað gera vit, sigur talsmaðurin fyri TESCO.
Í endanum á greinini heitir Penman á øll tey, sum hava hug at stuðla WDCS fíggjarliga, at senda ein kekk til felagsskapin, so út frá tí kunnu vit taka dagar ímillum, hvørt blaðmaðurin er óvildigur ella um hann er ein annar grønur aktivistur.