Enn er eingin várróður við snellu

- Vit vóna, at fiskur verður at fáa við snellu, tá hann einaferð blíðkar veðrið, sigur Johan K. Joensen á Eiði.

 

Várið í fjør royndist serstakliga illa hjá snellubátunum norðan fyri, og hetta var eitt tað vánaligasta árið hjá bátunum í vártíðini yvirhøvur. Hann lá nógv við høgætt, og tað viðraði serstakliga illa norðanfyri.

 

Í fjør vár vóru fáir snelludagar og teir fáu dagar, tá roynandi var, royndist fiskiskapurin sum heild vánaligur. Í 2020 royndist várið heldur einki serligt og teir, sum høvdu gjørt seg út norðan fyri, fingu lítið burturúr.

 

Heilt øðrvísi var í 2019. Tá fekst nógvur snellufiskur, bæði norðan fyri og vestanfyri. Hetta várið frættist um fleiri stórar snelludagar, har einstakir bátar fingu upp í eini 5000 pund.

 

Longu í januar í 2019 fekst nógvur fiskur dygst inni við land norðan fyri, og longu áðrenn veruliga vártíðin byrjaði, høvdu menn havt góðar dagar. Seinni fekst eisini nógvur fiskur á vanligu várleiðunum.

 

Hvussu várið fer at roynast við snellu hesaferð, veit eingin. Men, líkindini higartil hava verið stak vánalig norðan fyri, tí høgættin hevur verið so ágangandi. Tískil hevur heldur eingin roynd við snellu verið higartil.

 

Í skjótt 30 ár hava kranabilar hjá Hans Egili Joensen & Synum landað útróðrarbátarnar á Eiði, og tískil hevur eingin fylgt gongdini betur hesi árini enn Johan K. Joensen, sum er stjóri í fyritøkuni. 

 

Hann sigur við In.fo í dag, at enn hevur eingin várróður verið við snellu. Tað hevur slett ikki viðrað, og tískil hevur heldur eingin roynd verið.

 

- Tað hevur heldur ikki borið til hjá glastrevjabátum, sum plaga at fiska við línu norðanfyri. Ein bátur, sum Gordrúgvin, hevur gjørt tveir túrar norðan fyri higartil í ár. Annars hava teir bara roynt eystanfyri.

 

Johan K. Joensen sigur, at Gordrúgvin hevði eini 9000 pund á línu leygardagin, leggur hann aftrat.

 

- Vit vænta, at nakrir bátar fara at royna við snellu eftir várfiski, tá líkindini vónandi gerast betur, men tað verður neyvan tað stóra talið av bátum, sum vit sóu fyrr, kanska einir 20-25.

 

Hann sigur, at vanliga plagar várróðurin á leiðunum norðan fyri at vara til páskir - ella út í hálvan apríl, men trupult er at siga, hvussu verður í ár. Tað veldst alt um veður og fiskiskap.

 

- Útróðrarmenninir gerast ikki yngri. Tilgongdin er lítil og teir, sum plagdu at koma norður higari vártíðini, eru vorðnir færri og færri. Vit vóna, at fiskur verður at fáa, tá hann einaferð blíðkar veðrið, leggur Johan K. Joensen aftrat.