Enn er tjóðin hálv...

"Um tíggju ár vænti eg, at Írland er samlað tjóð", spáar Noel Hughes, republikanari, limur í IRA og Sinn Féinn.

Rannvá Mortansdóttir





Vit sita á eini hugnaligari pub í Norðurdublin. Hann tekur ein smakk av ølini og sær hugsunarsamur út eina løtu. "Tell me your story, and I?ll buy you a pint." Hetta var avtalan. Eg havi hildið mín part av avtaluni, og siti nú tolin og lurti, ímeðan hann sigur frá. Tað er ikki smávegis, hann hevur sæð og upplivað í tey sekstifýra árini, hann hevur livað.
Vit hittust fyrstu ferð ein mánað frammanundan samrøðuna, tá eg var farin út á Glasnevin kirkjugarðin utttarliga í Dublin saman við nøkrum vinfókum. Vit vóru vónbrotin at síggja, at ongin skipað sýning var, og vóru á veg avstað aftur, tá vit bóru eyga við eitt svenskt ferðalag, leitt av einum hvíthærdum eldri manni, ið bjóðaði okkum at koma við teimum. Eftir eina løtu løgdu vit til merkis, at hetta ikki var nøkur vanlig sýning. Dentur var lagdur á Michael Collins, Hungurstreikarar og frælsisstríðsmenn í heila tikið, ímeðan aðrar grøvir, ið eisini høvdu týdning als ikki vórðu nevndar. Var hatta ikki unnustan hja Yeats, ið har lá? Og hvussu við Larkin, hví sigur hann onki um hann? Tað vísti seg at vera ein ógvuliga tjóðskaparsinnað og partísk sýning, vit høvdu fingið. Vit fóru at tosa um, at hann mátti vera nakað víðgongdur í sínum hugsjónum, mundi hann vera IRA-maður? Segði hann ikki, at hann hevði verið fongslaður í London?
Eftir hesa øðrvísi og hugvekjandi sýning harmaðist eg ofta um, at eg ikki hevði spurt nærmari til hendan mann. Hann hevði uttan iva viljað greitt frá, hevði eg spurt, um eg kundi fingið eitt prát við hann. Men ov seint var.
Tað vísti seg, at Dublin ikki er nakar stórur býur. Nakrar vikur seinni var eg farin inn í býin til ein 1916 gongutúr. Hetta var langafríggjadag. Í samband við páskini hevði Sinn Féinn skipað fyri hesum tiltaki, og ein vinmaður, ið lesur søgu hevði lokkað meg við. Og mitt í rokanum var hann ? maðurin úr kirkjugarðinum! Hesuferð skuldi eg ikki lata hann sleppa. Og soleiðis fekk eg hesa samrøðu í lag. Vikuna eftir siti eg við blokkinum í aðrari hondini og Guinness-glasinum í hini, og lurti eftir, ímeðan Noel sigur frá.


Noel Hughes greiðir frá

Noel var føddur og uppvaksin í Dublin. Bæði foreldur og omman og abbin vóru aktivir limir í IRA, so tjóðskaparkenslan er nakað, hann hevur havt frá barnsbeini av. 14 ára gamal visti hann, hvussu riflan skuldi brúkast, og hvussu granatir verða gjørdar.
Men er hetta ikki ræðuligt at læra eitt barn? Tað heldur Noel ikki. Hann hevur altið sæð hetta, og fyri hann var tað natúrligt, at harðskapur er ein partur av stríðnum. Tá hann var 7 ára gamal, varð pápin settur í geglið. Noel var 11 ára gamal, tá pápin var leyslatin. Ígjøgnum uppvøksturin hevur hann sæð, hvussu bretskir hermenn hava misnýtt makt sína yvir írum, og skal man so ikki bíta aftur? Noel viðgongur, at harðskapur ikki loysir trupulleikan. Hann finst at Tony Blair og tosar óført um, hvussu álopið á Irak var skeivt, og eg spyrji, um tað ikki eisini er skeivt at nýta harðskap í hesum stríðnum. Og tað heldur hann. Men hann heldur eisini, at tað er skeivt, at Norðurírland ikki er samlað við restini av Írlandi sum serstøk tjóð. Tað einasta, IRA krevja er, at Írland ? og írar ? fáa tað, sum er teirra. Teir biðja ikki um at vera meira enn unionistarir/sambandsmenn (sum vilja, at Norðurírland hoyrir til Stórabretland), men at hava somu rættindi. Og er tað ov nógv at biðja um? Hann vísir á, at IRA ikki hevur nýtt vápn í fleiri ár, og at republikanarir (tjóðveldismenn) hava víst áhuga í eini loysn upp á trupulleikarnir. Tað eru harafturímóti unionistarnir, sum nokta at samstarva við teir, og føra ein meira illfýsnan politikk. Eg kann viðmerkja, at IRA ikki vilja av við vápnini, nú friðarsamráðingar eru, og at hóast tað, Noel sigur, ikki er órætt, ivist eg ikki í, at søgan hevði verið ein onnur, tosaði eg við ein sambandsmann.


"The Troubles"

Tað snýr seg um trúgv. Ikki religión, skundar hann sær at siga. Nógv halda, at IRA er ein katólskur herur, men so er ikki. Satt er tað, at flestu katolikkar eru sjálvstýrisfólk, og at fleiri protestantar eru sambandsfólk enn loysingarfólk. Men so er ikki altíð statt, og man skal vera varin við at gera hetta til eitt stríð um trúgv (religión). Hetta er fyrst og fremst eitt stríð um tvey politisk sjónarmið, sum eru so ymisk, at ikki ber til at møtast á miðjuni. Av tí at summir flokkar og felagsskapir eru knýtt at religión, verður hetta tó ofta gjørt til eitt stríð um trúgv, t.d. eru the Orange Order og the Apprentice Boys knýtt at tí protestantisku kirkjuni. Hetta eru ikki bólkar, ið fremja harðskap, men ofta hevur verið mistanki um, at teir standa aftanfyri, tá álop hava verið framd á katolikkar ? oftast tilvildarlig fólk, ið onki hava við stríðið at gera.
Ein triðingur er eftir av ølini, og Noel hevur tosað um søgu meginpartin av tíðini, um tilburðir áðrenn hansara tíð ella frá tá hann enn var ov ungur til at vera ein partur av stríðnum. Tá eg spyrji um hansara støðu, fái eg at vita, at hann hevur arbeitt fyri IRA, síðan hann var heilt ungur. Áðrenn hann hevði aldur til hetta var hann limur í skótunum, sum hoyra undir hesum felagsskapi. Her verður onki tosað um harðskap, men hugskotið aftanfyri felagið var tað sama; skótarnir syngja tjóðskaparligir sangir og læra um søgu og verða á hendan hátt drignir inn í tjóðskaparsinnaðan politikk.
Noel hevur sjálvur verið í stríði, eisini hevur hann upplært systur- og bróðursynir sínar til at nýta vápn. Í Sinn Féinn er hann ein virdur maður, ofta verður heitt á hann um at halda fyrilestrar, at skipa fyri gongutúrum ella talum (um søgu og politikk). Hann er errin av at vera ein partur av IRA, men tað hevur eisini havt sín kostnað. Hann varð fongslaður, saman við tveimum øðrum IRA monnum, har hann sat í London í tvey ár og í Dublin í trý. Hann varð dømdur til sjey ár men slapp út áðrenn. Eg fái ikki heilt greiðu á, hvat hann varð fongslaður fyri, men hann sigur, at ákæran einans var, at hann var limur í IRA, og at hann ikki kundi ákærast fyri annað enn hansara politisku sjónarmið. Eg haldi ikki, at eg havi fingið alla søguna, men síggi eisini, at hann helst ikki vil siga meir um hetta. Eygnabráið er vorðið syrgið, og hann greiður frá, hvussu hann var fluttur úr London í leinkjum, saman við hinum, sum um teir vóru ódjór.
Tað er eitt sindur ræðandi at tosa við hendan mannin, sum virkar sum ein fittur og fyrikomandi abbi at tosa við. Eg havi ilt við at ímynda mær hann við granat í hondini. Hann er heilt sannførdur um, at hansara sjónarmið eru røtt, og at Írland ongantíð kann verða egið, so leingi bretar ráða har norðuri.


Framtíð Írlands

Men er hetta stríðið ikki vorðið eitt sindur gamalt? Man vera endi á tí? Nú hevur tað staðið á so leingi, hvat fær hann at halda, at nakað verður øðrvísi um 10 ár? Spurningarnir eru nógvir, tí tað er ilt at skilja hjá einum, ið einans sær støðuna uttanifrá. Noel greiður frá, at fólk eru meira varug við trupulleikan nú, og tí mugu bæði bretar og sambandsfólk vera meira samábyrdarlig, enn teir hava verið fyrr í tíðini. Fólk eru meira kritisk, bæði yvirfyri Blair og Stormont (Norðurírska stýrinum), og tí mugu politikararnir vera ansnir, tá teir viðgera støðu Írlands. Men høvuðsorsøkin til, at Noel sær eina broyting, er, at talið av katolikkum er støðugt vaksandi í Norðurírlandi, ímeðan protestantarnar minka í tali. Hetta kemst m.a. av liviháttinum og mentanini hjá báðum trúarbólkunum. Katólskar familjur eru oftari størri enn protestantiskar, og katólska mentanin sum heild er ofta sameind við serstaka írska mentan, so hann ivast ikki í, at tá vilja fólk heldur vera egin, enn undir bretskum ræði.
Hagtøl frá nítiárunum vísa á, at meirilutin í Norðurírlandi ikki vil verða sameindur við írsku tjóðina, og at fleiri eru fyri samveldi enn loysing. Samstundis síggja tey seg hvørki sum bretar ella írar, men heldur sum norðurírar. Eg nevni hetta fyri Noel, men hann ristir bara við høvdinum.
Tað undrar meg eitt sindur, at fólk í Suðurírlandi tíma at blíva við at arbeiða fyri, at partarnir skulu vera sameind tjóð. Um norðurírar ikki vilja verða ein partur av tjóðini, kunnu tey so ikki sigla sín egna sjógv? Verða fólk ikki mødd av stríðnum? Noel sigur, at tað ikki heldur honum aftur. Rætt er, at Suðurírland hevur fingið frælsi, og tí ikki nýtist at bríggja seg um Norðurírland. Men hóast nógv eru fyri sameining við Bretland, eru eisini nógv, ið brennandi ynskja, at Írland er írskt, og ikki bretskt. Írland er ikki heil tjóð, so leingi sum landið er deilt í tveir partar. Og so kann Blair halda so nógvir friðarfundir, sum hann vil. So leingi sum bretar eru í Norðuri, verður ongantíð friður. Fyri Noel er hetta tað einasta rætta fyri Írland, og hann ætlar at virka fyri hesum "till the day I die".
Gløsini eru tóm, og eg ivist í, um eg skal keypa honum eina afturat. Tá reisist Noel, og spyr, um eg nú havi tað, mær tørvar. Eg takki fyri meg, og beint tá eg skal fara, rættir hann mær eitt band. Hetta er ein upptøka, hann sjálvur hevur gjørt, um hvussu IRA menn vóru týndir undir De Valera. Har er alt tað søguliga, mær tørvar at vita um frælsisstríðið, sigur hann. Eg ivist ikki í, at innihaldið á bandinum er fábroytt og partískt, men skal hann ikki hava loyvi til at siga sína hugsan? Hann heldur, at søgubøkurnar hava lyndi til at vera partískar, og ofta til at yvirsíggja tær serstøku søgurnar, og fólkini, ið liðu undir politiska stríðnum. Tí hevur hann gjørt hesa upptøku. "Skriva hetta niður, um tú vilt. Spreið tað." Eg takki fyri bandið og lovi at gera eintøk til tey vinfólk, sum lesa írska søgu, og at royna at fáa okkurt á pappír út av tí.
Tað er næstan kvirt, tá eg súkli heim ígjøgnum Dublin gøtur. Næstan ongi fólk eru, bara nakrir bilar, ið súsa framvið. Eg komi fram á nøkur fólk, sum læðandi eru á veg heim úr býnum. Her sæst onki, sum eitur "the troubles", 1916 ella hungurstreika. Nei, hesi eru børn av nútíðini. Men minnini spøkja enn í býnum. Tey endurspeglast í teim ymsu minnismerkjum, standmyndum og staðarnøvnum. Og prátið við Noel fekk meg at síggja eina øðrvísi mynd, enn tann, eg annars havi av Dublin. Tað er ilt at fyristilla sær, at hesin modernaði og heimsborgarligi høvuðsstaður einaferð var sentrum fyri einum stríði so stórum, at arrini enn sita eftir.