Enn lurta tey ikki eftir boðum frá løgmanni

Ósemjan um sammøður er ikki loyst enn

Ósemjan um, hvønn rætt sammøður hava til at navngeva børn, er ikki loyst enn. Landsstýrismaðurin, sum umsitir navnalógina, og sum sostatt eisini ger av, hvussu lógin skal tulkast, Magnus Rasmussen, hevur gjørt greitt, at sammøður hava akkurát sama rætt, sum øll onnur foreldur.

 

Tað merkir, at børn kunnu fáa eftirnavnið á sammóður síni. Men málið verður uppaftur fløktari við tað, at Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrismannin, kemur til eina heilt aðra niðurstøðu enn landsstýrismaðurin sjálvur. Umhvørvisstovan sigur nevniliga, at børn kunnu ikki fáa eftirnavnið á sammóður síni fyrr enn navnalógin er broytt - og tað er hon ikki.

 

Løgmaður hevur hinvegin gjørt greitt, at hann tók sum givið, at tulkingin hjá landsstýrismanninum, sum umsitur navnalógina, verður fylgd. Men kortini er einki hent enn, og boðini frá honum eru sostatt ikki tikin til eftirtektar.

 

Sostatt hava sammøður ikki fingið hesi rættindi enn, tí biskupur vil nevniliga ikki broyta mannagongd, fyrr enn hann fær boð frá sínum myndugleika, sum er landsstýrisfólkið í kirkjumálum. Sostatt vil hann ikki broyta mátan, kirkjubøkurnar verða førdar upp á, fyrr enn boðini koma frá Jenisi av Rana um tað. Og tey boðini eru ikki komin enn.

 

Jógvan Fríðrikson, biskupur, sigur, at enn liggur málið akkurát sum tað lá fyri einum mánaði síðani. Hann leggur dent á, at kirkjubøkurnar eru tann evsta skrásetingin í sambandi við nøvn, og skal manngongdin broytast fyri, hvussu nøvn skulu skrásetast, mugu boðini koma frá evsta myndugleikanum yvir kirkjuni, sum er landsstýrismaðurin í kirkjumálum.

 

Og biskupur sigur, at tey hava eingi boð fingið frá Jenisi av Rana um at broyta skrásetingina, og tí kann tað heldur ikki verða gjørt. Hann sigur, at landsstýrismaðurin, sum umsitur navnalógina, Magnus Rasmussen, hevur kunnað tey um, hvussu lógin skal tulkast, men hann sigur, at tey hava ongan annan møguleika enn at halda seg til teirra egna myndugleika.

 

Vit skriva bara tað í kirkjubókina, sum vit fáa álagt at skriva, men vit mugu hava greiðar linjur og tí kunnu vit ikki taka ímóti boðum frá fleiri landsstýrisfólkum, sigur Jógvan Fríðrikson.