Enrique byrjar á nýggjum við Spania

EM 2020: Luis Enrique er í holt við eitt ættarliðsskifti og Spania er ikki at kenna aftur

Síðani 2008 hevur Spania verið millum bestu landsliðini í heiminum. Flestu av nøvnunum hava verið stjørnur í nøkrum av teimum størstu feløgunum í Evropa. Millum annað FC Barcelona og Real Madrid, meðan krýddið er komið úr øðrum stórfeløgum.

 

Seinasti maðurin frá EM-finaluni er Sergio Ramos. Miðverjin er liðskipari hjá Spania, men eftir eitt kappingarár við fleiri skaðum er ikki partur av hópinum hesaferð. Tí er ongin eftir frá fyrsta EM-sigrinum hjá Spania, sum síðani bleiv til HM í 2010 og enn eit EM-heiti í 2012.

 

Ein av royndastu spælarunum í hópinum í dag er Sergio Busquets úr FC Barcelona, men hann hevur verið rakur av koronusmittuni. Tað hevur ávirkað hópin og fyrireikingarnar til EM-endaspælið. Tí eru tey fleiri, sum ikki vænta at síggja Spania endurtaka nøkur av góðu avrikunum frá seinnu árunum.

 

Ein broyting í spanska hópinum er, at Ayemeric Laporte hevur skift tjóðskap frá Fraklandi til Spania. Hann er baskari og kann umboða bæði londini. Miðverjin hjá Manchester City verður roknaður sum ein styrkur fyri Spania.

 

Bólkur E:

 

Spania – Svøríki (20.00)

 

Dómari: Slavko Vinčić, Slovenia

 

Leikvøllur: La Cartuja í Sevilla, Spania

 

Hópurin hjá Spania:

 

Málverjar:

 

Unai Simon, Athletic Bilbao

 

David De Gea, Manchester United

 

Robert Sanchez, Brighton

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Jose Gaya, Valencia

 

Jordi Alba, Barcelona

 

Pau Torres, Villarreal

 

Aymeric Laporte, Manchester City

 

Eric Garcia, Manchester City

 

Diego Llorente, Leeds

 

Cesar Azpilicueta, Chelsea

 

Marcos Llorente, Atletico Madrid

 

 

 

Miðvallarar:

 

Sergio Busquets, Barcelona

 

Rodri, Manchester City

 

Koke, Atletico Madrid

 

Fabian Ruiz, Napoli

 

Pedri, Barcelona

 

Thiago Alcántara, Liverpool

 

 

 

Álop:

 

Dani Olmo, RB Leipzig

 

Mikel Oyarzabal, Real Sociedad

 

Alvaro Morata, Juventus

 

Gerard Moreno, Villarreal

 

Ferran Torres, Manchester City

 

Adama Traore, Wolverhampton

 

Pablo Sarabia, Paris Saint-Germain