Er eingin breidd verður heldur eingin elita

Ikki verður bert kappast í ítrótti her á landi, men eisini innan tónleik. Um vikuskiftið var forvitnislig konsert í Norðurlandahúsinum. 17 evnarík ungfólk hava kappast og seks teirra sluppu at royna seg sum solistar saman við Føroya Symfoniorkestri

Seks evnarík ungfólk royndu seg sunnudagin sum solistar saman við Føroya Symfoniorkestri. Tey vóru 17, ið kappaðust um hesi plássini.

Tey seks ungu eru millum 14 og 17 ár. Tey eru Johan Hentze, trompet, Guðný Næs, violin,, Jón Festirstein, violin, Marjun Heerup Olsen, tvørfloyta, Kristina Dalsgarð, klaver og Andrea á Dul Mortensen, klaver.

Saman við Symfoniorkestrinum og dirigentinum og musikkskúlastjóranum Martin Mouritsen, høvdu tey eina góða framførslu.

Gott tiltak

Ein teirra, ið fegnaðist um konsertina, var fyrrverandi musikkskúlastjórin Ólavur Hátún.

- Eitt spennandi og gott tiltak og tað er gott, at fremstu næmingarnir sleppa at royna seg. Eisini er gleðiligt, at undirtøkan var góð, tí standardurin var góður hjá solistunum og tey vóru væl fyrireikaði. Støðið er høgt í toppinum, staðfestir Ólavur Hátún.

Hann minnir á, at tónleikarar, ið koma uttanífrá, ofta hava havt á munni, hvussu gott potentiali er í fólkinum.


Elituna í huga

- Vit hava góðar lærarar og musikkskúlalógin krevur eisini, at lærararnir hava góða útbúgving. Vit eiga at hava elituna í huga og í so máta var tiltakið gott, sigur Ólavur Hátún.

Royndir eru hvørt ár og próvdómarar koma úr Onglandi. Næmingurin kappast ímóti sær sjálvum á ymsum stigum.

- Á henda hátt fær næmingurin avbjóðingar, sigur Ólavur, ið vónar, at yngru kreftirnar fara at útbúgva seg innan tónleik og fara á konservatoriið. Tað heldur hann má vera endamálið, so vit fáa samanhang í.


Gongur aftur á hond

Ólavur Hátún var fyrsti stjórin á Musikkskúlanum. Tá hann kom til í 1985, vóru 24,5 lærarastørv. Áhugin var stórur og skúlin kom uppá 44 størv.

Síðani komu ringu tíðirnar og Ólavur dylir ikki, at eisini tvørrandi politiskur vilji var við til at føra skúlan aftureftir. Í dag eru 25 lærarastørv í Musikkskúlanum.

- Hetta merkir í roynd og veru, at skúlin er aftur har hann byrjaði. Skúlin anir enn, men ikki hongur saman. Serliga ikki í útjaðaranum Tónleikalærarar ferðast t.d. um Suðuroyarfjørð og vestur í Vágarnar. Men tað blívur ongantíð til nakað veruligt á staðnum, harmast Ólavur, sum minnist tíðina, tá besta unglingaorkstrið í landinum var í Vágunum.

- Musikkskúlin hevur verið í kreppu í 10 ár, heldur Ólavur Hátún.

- Á einum fundi ásannaðu vit, at fór læraratalið niðurum 35, so sansaði at í útjaðaranum, men staðfestast má, at politiskt bleiv gólvið tikið undan skúlanum aftur, sigur Ólavur.


Breidd

- Sum eisini verður staðfest í mentanarálitinum frá 1973, so má peningur til. Útrokningar siga, at vit lata minst pr. persón til mentan, um vit sammeta okkum við grannar okkara, sigur Ólavur.

- Er eingin breidd, verður heldur eingin elita. Í Noreg er málið, at 30% ganga til spæl. Hjá okkum er neyvan talan um meira enn 5%, metir Ólavur Hátún.

- Samanbera vit Klaksvík og Akranes í Íslandi, sum hava samafólkatal, so eru umleið 250 musikkskúlatímar har. Í Klaksvík vóru 64 tímar, tá eg var í skúlanum, minnist Ólavur.


Hoyra av lítið av klassiskum

Í Føroyum eru ikki góðir møguleikar at hoyra klassiskan tónleik. Tí fegnast Ólavur Hátún um eitt tiltak, sum konsertina sunnudagin.

- Útvarpið spælir popp frá morgni til myrkurs undir ymsum heitum. Føroyingurin skal upp at darta frá tí hann vaknar. Sjálvsagt skulu vit eisini hava popp, sigur Ólavur, sum sjálvur dagliga arbeiðir við lurtitólinum við lið og honum dámar lívligan tónleik.

Men hann metir, at eitt slag av slúsu má vera, so alt ikki bert verður koyrt út. At klassiskur tónleikur eisini má út millum fólk, er hann ikki í iva um, eisini tá havt verður í huga, at Sjónvarpið ikki sendir hetta.

- Fyrr sendi Svf opera og annað tílíkt, men tað er sjáldan longur.

- Av tí, at so lítið er at hoyra, er umráðandi at hava livandi tónleikalív, sigur Ólavur og leggur afturat, at tónleikalærarar eisini áttu at havt møguleika at virka sum tónleikarar, tí aðrastaðni hava tey slík ensemble, har lærarar leika, heldur Ólavur Hátún.- Vit kundu t.d. sagt, at lærarar í 2 tímar av tíðini spældu og vandu, sigur Ólavur Hátún.


Nýggjársfýs

- Nú halda fólk, at tað er fantastiskt við t.d. nýggjárskonsertini, men vit innflyta nógv fólk at leika og nógvur peningur fer til hetta. Kanska er hetta bert nýggjársfýs, ið kundi farið betri, heldur Ólavur.

Hann leggur dent á, at hann metir tiltakið vera gott og tað skal vera, men halda fólk hetta vera støðu okkara, so er tað misvísandi.

- Vit eiga at miða eftir at hava støðugt arbeiði alt árið, tí tá hava eisini tey ungu ein møguleika at vera við og menna seg, heldur Ólavur.

- Sunnudagin spældi Symfoniorkestrið verk eftir Mozart. Hetta var kanska heldur vatndeyvt, men tað er sjálvsagt, tí tónleikararnir hava ikki møguleika at halda seg í venjing, sigur Ólavur, ið leggur dent á, at hetta er ikki fyri at niðurgera tónleikrarnar.

Ólavur vónar, at ungu tónleikararnir fara at fáa sær tónleikin sum vinnuveg, men samstundis staðfestir hann, at so mugu tey eisini hava okkurt at koma aftur til.

Hann metir eisini, at tó at vit hava stjørnurnar, so mugu vit ikki gloyma breiddina.

Ólavur er sannførdur um, at tað má ein hugburðsbroyting til hjá politikarum, skal vend koma í.


Størsta gávan

Ólavur, sum eisini er kendur sum forsprákari innan ítrótt, heldur ikki, at rætt er at skilja ímillum t.d. ítrótt og tónleik.

- Í mínum hugheimi hoyrir alt ungdómsarbeiði saman. Ikki er rætt at skilja sundur, sigur Ólavur og vísir á, at í Svøríki sigur ein kanning, at millum ungfólk liggur tónleikurin sum fremsta áhugamál og ítrótturin sum nummar tvey.

Ólavur minnir á, at William Heinesen segði hugvekjandi orð viðvíkjandi tónleikinum. - Hann segði, at tónleikurin er størtsa gávan til mannaættina, sigur Ólavur Hátún, sum hóast hann hevur lagt frá sær í musikkskúlastjórastarvinum vegna aldur, enn er virkin undirvísari og ikki minst innan livandi tónleikalívið.