Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
Sjálvstýrisflokkurin tekur sera positivt móti útsøgnunum frá Jógvan á Lakjuni, landstýrismanni um, at tímatalið hjá fyrsta og øðrum flokki verður hækkað við einum tíma yvir trý ár. Eftir hesi ætlan verður minstkravda tímatalið hjá fyrsta flokki økt úr núverandi 18 til 21, og fyri annan flokk úr 20 upp í 23 undirvísingartímar um vikuna í 2009.
Grannalond okkara hava hægri tímatal enn vit, og ynskiligt var sjálvsagt, at tímatalið fyri 1 flokk var 25 tímar ella meira. Tað er so alt tengt at játtan, (ætlaða økingin í tímatalinum kostar áleið 4 mió).
Tað er sera umráðandi at fáa fleiri føroyskt-tímar til fyrstu árgangirnar. Ein má jú duga sítt egna móðurmál væl og virðiliga, áðrenn farið verður undir at læra fremmandamál.
Vit hava ikki ráð at lata vera, tí byrjanin av skúlagongdini er avgerandi fyri úrslitið í seinra endanum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini í skrivligum fyrispurningi víst á trupuleikan við lesi og skriviveikum næmingum og manglandi hagtølum. Vónandi tekur landstýrismaðurin hendan bólk, ið eftir metan telur eini 10 %, við í uppraðfestingina. Tað verður bíligari, um hesi børn kunnu fáa hjálp í byrjani, so tey kunnu fylgja við í undirvísingini. Truplari er at menna tey á eftirskúla, tí tey onki hava fingið við av vanligu undirvísingini.
Uppgávan at fáa fólkaskúlan so góðan og mennandi sum gjørligt, krevur átak frá okkum øllum. Lærarar og næmingar, hølisviðurskifti, undirvísingartilfar, uppgávan hjá heimunum og foreldrum, og síðst men ikki minst, politiski viljin til uppraðfesting.
Landstýrismaðurin hevur tikið fyrsta stigið. Taka vit øll lógvatak í felag kunna tungar byrðar lyftast, fólkaskúlanum at gagni.