Er heilin heilur?

Náttarsvøvnur er týdningarmikil, tí tá vit sova, verður heilin bókstaviliga ”vaskaður”.

- Menniskju hava flestar heilakyknur, tá tey eru onkustaðni millum 13 og 19 ár. Síðan missa vit fleiri heilakyknur enn tær, vit fáa nýggjar. Hetta kann ljóða eitt sindur trist. Men, okkara møguleikar í vaksnamannaárum liggja í, at vit gjarna gerast betri til at brúka tær heilakyknur, vit hava. Menniskju gera nýggjar heilakyknur alt lívið, og tað hendir, tá vit ”brúka høvdið” - og restina av kroppinum.

 

Danin, Henning Kirk, sum er lækni og granskari í aldri, vísir á, at heilin er líka sum eitt ”byggiprojekt”. Vit byggja upp, og vit byggja út. Av og á ríva vit okkurt niður, eitt nú, tá vit gevast við at gera eitt hvørt, sum annars var ein partur av okkara aktiviteti.

 

- Tá so er, kunnu vit byggja okkurt annað upp í staðin, og á tann hátt myndast heilin - alt eftir, hvat vit brúka hann til. Við árunum duga vit betri at brúka samstarvið millum høgru og vinstru heilahálvu, og tí verður heilakapasiteturin eisini víðkaður í mun til fyrr í lívinum.

 

Hann sigur, at sum árini ganga, læra vit seinni tað, sum er spildurnýtt fyri okkum. Í staðin kunnu vit brúka okkara vitan og royndir til skjótari at hanga tað nýggja upp á tað, sum frammanundan finst í netverkinum í heilanum.

 

- Aldurin merkir avgjørt ikki, at vit ikki kunnu læra nýtt, men vit brúka heilan øðrvísi - og meira effektivt, enn tá vit vóru yngri. Men, tingini koma ikki av sær sjálvum. Tað ræður um at venja og viðlíkahalda heilan, og her hevur granskingin seinnu árini kunnað peikað á nøkur ítøkilig ráð, um tú ynskir at halda heilan í venjing.

 

Læknin vísir á, at um fólk ynskja at halda heilan kláran, er týdningarmikið at vera í góðari kropsligari venjing. Kropslig venjing gevur heilanum eitt betri ”umhvørvi” at vera í. Í fyrsta lagi ræður um at bøta um blóðrenslið, tí tað er ógvuliga týdningarmikið fyri heilan.

 

- Tað ræður um at fyribyrgja mikroblóðtøppar, sum elva til trupulleikar hjá nógvum eldri, og kropslig venjing minkar eisini um strongd. Varandi strongd slítir upp á týdningarmikil økir í heilanum. Tað er ikki líkamikið, hvat fólk brúka heilan til, og tað er týdningarmikið at venja ymiskar rutinur. Hinvegin er eisini týdningarmikið at bróta rutinur.

 

Henning Kirk sigur, at mál og tónleikur hava eisini stóran týdning fyri menning og viðlíkahald av heilanum. Við at lesa, lurta, kjakast og við at skriva styrkjast hægri heilafunktiónirnar. Tú kanst spæla og syngja, einsamallur ella saman við øðrum.

 

- Heldur tú heilan kláran, fyribyrgir ella seinkar tú eisini demenssjúku. Tað ræður bæði um at vera kropsliga aktivur og at fáast við aktivitetir, har tú brúkar høvdið. Náttarsvøvnur er týdningarmikil, tí tá vit sova, verður heilin bókstaviliga ”vaskaður”.

 

Læknin sigur, at við nýggjum skanningarhættum hevur tað víst seg, at heilakyknurnar krympast upp til 40%, tá vit sova. Tað, sum hendir, er, væta filtrerar úr kyknunum, og við vætuni verður ymiskt skilt burtur, sum ikki skal vera í kyknunum.

 

- Hetta er týdningarmikið, tá heilakyknurnar í dagtímunum gera eitt ógvuliga orkukrevjandi arbeiði sum liður í handteringini av ymiskum signalum. Ávíst er eisini, at fólk, sum í nógv ár hava havt svøvntrupulleikar, eru í størri vanda fyri at gerast dement, sigur Henning Kirk, sum eisini hevur skrivað fleiri bøkur um evnið.