Erna er kona Njál Djurhuus, major hjá frelsunarherinum. Hon er fødd og uppvaksin í Havn og hevur heilt frá barni av gingið í Fresunarherinum, har hon og Njál møttust.
Í 1960 fóru tey til Noregs á offiserskúla hjá Frelsunarherinum. Síðan hava tey arbeitt innan Frelsunarherin bæði í Íslandi og Norra. Tey seinastu umleið 20 árini hava tey rikið Fyrlyskorpset, har tey arbeiða við rúsevnismisnýtarium í Olso. Erna er kend sum ein mamma fyri mong av teimum heimleysu har.
Foreldrini hjá Ernu vóru Helena og Jóannes Hansen (Jóannes hjá Gynnu) í Havn.
Erna og Njál eiga trý børn, sum øll búgva í Norra: Helena býr í Stavanger og Eyðstein og Jan búgva í Olso. Barnabørnini eru 7 í tali.
Tey heimleysu, sum vitja Fyrlyskorpset, vita hvør Erna er, og tey hava stóra virðing fyri henni. Tey vita at hon brýggjar seg um tey og hevur umsorgan fyri teimum.
Fyrlyskorpset er eitt stað har heimleys, sum búgva á gøtunum, kunnu koma inn at fáa mat, læknahjálp og sosiala ráðgeving. Umframt andaliga vegleiðing og hjálp fáa tey eisini brúsubað og síni klæðir vaskaði ella fáa tey nýggj klæðir.
Í fjør lat Fyrlyskorpset í Olso umleið 13.000 heitar døgurðar og eina hálva millión breyðflísar, flutes og bollar til tey heimleysu. Eisini koyrir ein bussur út við suppu.
Frelsunarherurin varð stovnaður í 1865 av Cathrine og William Booth í London. Síðan 1888 hevur Frelsunarherurin verið í Norra. Ísland og Føroyar hoyra til sama øki sum Norra. Í hesum trimum londum eru tilsamans 119 korps og 40 institutiónir innan rúsevnismisbrúk, barnavernd og eldraumsorg.