Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?

Eftir summarfrítíðina siga vit farvæl við eina av okkara dugnaliga starvsfeløgum í handlinum. Kundi tú hugsa tær at traðka í hennara stað?

 

 

 

Tú kemur at starvast fulla tíð í handli okkara á Kongabrúnni, har arbeiðsuppgávurnar umfata alt frá at veita okkum kundum eina góða tænastu, til at bíleggja smykkur, at pussa og útstilla smykkurnar vakurt. Um tú hevur áhuga fyri at taka vakrar myndir og uppdatera okkara Instagram, er tað eisini eitt pluss.

 

 

 

Ljóðar hetta spennandi, so send eina stutta umsókn har tú fortelur eitt sindur um teg og tínar royndir til [email protected]nlasilvur.fo