Eru bæði takksamar og rørdar

Tær fingu tað fyrstu kærleikskúluna í ár

Umboð fyri Kvinnuhúsið taka ímóti kuluni og heiðursbrævinum í morgun. Myndin er av Facebook hjá Kvinnuhúsinum

Vit eru sera takksamar, rørdar og stoltar fyri at hava fingið kærleikskúluna. Soleiðis siga tær í Kvinnuhúsinum á Facebook. Í morgun fingu tær tað fyrstu Kærleikskúluna, hjá Dugna.

 

Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt tiltak har Dugni, saman við Listasavninum, og landsstýrisfólkinum í mentamálum, velur eitt av okkara mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna.

 

##med2##

 

Kærleikskúlan verður gjørd í eini avmarkaðari nøgd og hon verður bara seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað.

 

Hvørt ár letu Dugni tað fyrstu kærleikskúluna til onkran, sum ger nakað serligt fyri onnur. Hetta er ein serligur heiður, sum verður sýndur einum persóni, ella einum felagsskapi, sum, á onkran hátt, hevur verið við til at bøta um umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum.

 

Og í ár var tað Kvinnuhúsið, sum fekk tað fyrstu kærleikskúluna og eitt heiðursbræv frá Dugna. Tey siga, at í Kvinnuhúsinum gera tey eitt serligt arbeiði fyri málbólkin hjá Dugna. Tey eru ein týðandi rødd í føroyska samfelagnum, tí tey varpa ljós á sálarligan harðskap, og teirra virksemið fevnir eisini um hjálp til fólk, sum sosialt og sálarliga, eru veik.

 

##med3##

 

Í ár er tað Bárður Jákupsson, sum hevur sniðgivið kærleikskúluna. Sjálvur sigur hann soleiðis um Kærleikskúluna:

 

tokkabragd

 

ullarlagdur

 

svartur nipil

 

har fleyg ein lógv

 

sólja í hvørjum hyljareyga

 

Kærleikskúlan kann keypast í gávubúðum kring landið til jólar. Hon kostar 400 krónur og allur ágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna.

 

Hetta er 14. kærleikskúlan hjá Dugna. Undanfarnu árini hava hesi listafólk sniðgivið Kærleikskúluna:

 

Tróndur Patursson í 2009,

 

Sigrun Gunnarsdóttir í 2010,

 

Hansina Iversen í 2011,

 

Zacharias Heinesen í 2012,

 

Edward Fuglø í 2013,

 

Astrid Andreassen í 2014,

 

Astri Luihn í 2015,

 

Eyðun av Reyni í 2016,

 

Guðrið Poulsen í 2017,

 

Ole Wich í 2018,

 

Rannva Kunoy í 2019,

 

Eli Smith í 2020  

 

Jóna Rasmussen í 2021.

 

 

 

Umboð fyri Kvinnuhúsið taka ímóti kuluni og heiðursbrævinum í morgun. Myndin er av Facebook hjá Kvinnuhúsinum