Eru komin í ein keðiliga støðu fyri ein pakka av bommum

Nú kunnu tey ikki fáa ávís størv í fleiri ár fram í tíðina

Í gjár varð tvær ferðir ringt úr handlum til løgregluna at boða frá, at fólk vóru inni í handlunun og stjólu. Í Báðum førum var løgreglan skjót á staðið og fekk fatur á tjóvunum.  Í tí eina førinum høvdu børn verið inni í einum elektronikk-handli, har tey ætlaðu at stjala spøl. Løgreglan sigur, at av tí at tey vóru undir 15 ár, verður ikki meiri gjørt við tað, uttan so, at tað barnaverndin fær boð um málið, og so fara tey at hava tað tey kalla eina stúranarsamrøðu við foreldrini.

 

í hinum førunum vóru tað fólk yvir 15 ár, sum høvdu verið í einum handli og høvdu stolið eitt sindur av góðgæti. Í hesum føri er støðan ein heilt onnur, tí tá talan er um fólk yvir 15 ár, er talan um revsimál. Men tað merkir so eisini, at hetta verður viðmerkt á revsiváttanina hjá teimum, og har verður tað, í summum førum, standandi í fleiri ár.

 

Tað merkir so aftur, at ætla tey at søkja starv, ella eitt lærupláss, har tað krevst at tey skulu hava reina revsiváttan, kunnu tey ikki fáa tað, tí tey, kanska fyri nøkrum árum síðani, høvdu verið so tankaleys, at tey høvdu stolið ein pakka av bommum úr einum handli.

 

Løgreglan heldur, at fólk hugsa ikki um, hvussu keðiligar avleiðingar slíkt kann fáa, men veruleikin er, at tað kann fáa ta avleiðing, at tey fáa ikki dreymastarvið, tí tað krevur eina reina revsiváttan. Tey leggja afturat, at í slíkum førum verður munur ikki gjørdur á, hvussu stórur stuldurin er, tí avleiðingin er tann sama fyri at stjala eitt sindur av góðgæti sum tað er at stjala ein dýra teldu.