Eru samdir við Jenis

Meðan íslendingar eru í øðini um útsagnirnar hjá Jenisi av Rana, so eru fleiri her heima í Føroyum, sum taka undir við hansara hugsan. Gerhard lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin sigur við Norðlýsið, at løgmaður og Høgni Hoydal eru á skeivari leið, og at hann skilur ikki hví løgmaður og Høgni Hoydal harta tey, sum ikki vilja góðtaka samkynda liviháttin.

- Nú eri eg ikki bjóðaður til nógv umrødda døgurðan, men eg má siga at eg ivist stórliga um eg hevði tikið av innbjóðingini var eg formaður í Javnaðarflokkinum. Tí spurningurin er væl eisini um ein tá ikki eisini góðtekur skrásett parlag, sigur Gerhard Lognberg við Norðlýsið.

- Eg havi einki ímóti íslendska forsætisráðharranum og hon skal vera so hjartaliga vælkomin til Føroyar, men at koma higar úr Íslandi við einum samkyndum maka, tá haldi eg at man tilvitað provokerar, sigur hann.

Eisini tingmaður fyri Sambandsflokkin, Alfred Olsen, tekur undir við Jenesi av Rana.

Hann sigur, at hann er sera fegin um at fáa vitan av íslendska forsætisráðharranum, men tá hon samstundis hevur maka við av sama kyni er eingin ivi um at hetta skapar eina provokatión. Sjálvandi skulu vit vísa einum statsleiðara gestablídni, men mín áskoðan er at tað stríður ímóti tí nátrúliga, at maður ella kona liva saman við fólki av sama kyni, sigur Alfred Olsen.

Víðari sigur hann,

- Eg havið lisið viðmerkingingina frá Høgna Hoydal, men skili ikki, at hann kann siga, at meginparturin av føroyingum góðtekur, at samkynd kunnu liva saman í parlagið. Í øllum flokkum er ymiskar áskoðanir um hetta málið og tí haldi eg tað verða skeivt av formanninum í Tjóðveldi at standa fram sum um, at allir føroyingar góðtóku lívsáskoðanina hjá íslendska forsætisráðharranum, sigur Alfred Olsen við Norðlýsið.