Eru tit jaligir og kveikjandi námsfrøðingar?

 

Korndalsgarður á Eiði leitar eftir námsfrøðingum, ið eru jaligir og kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, og sum brenna fyri at geva børnum góðar náttúruupplivingar og ein tryggan og mennandi gerandisdag. Virksemið hjá Korndalsgarði er vøggustova,

barnagarður og frítíðarskúli. Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur, so sum haga, vatn og fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin.

 

Vit vilja, við tykkara hjálp, virka fyri at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan starvsfólkatrivnað,og leggja dent á at geva børnum umsorgan, spæl og læru, mentan og sosialisering.

 

Tit koma at virka saman við einum royndum og eldhugaðum starvsfólkatoymi, har leiðslustílurin er lættur, lurtandi, luttakandi og semjusøkjandi. Vit hava eitt virkið foreldraráð og áhugaðar politikarar, ið vísa góðan vilja til at menna eitt námsfrøðiligt virksemi. Møguleiki er at arbeiða fulla ella niðursetta tíð. Arbeiðstíðirnar kunnu tillagast. Tíð er til fyrireiking, sparring og supervisjón, og væntað verður, at tit eru fús at arbeiða saman í ymiskum toymum.

 

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Hava tit spurningar, ella ynskja tit at síggja umstøðurnar, eru tit væl komin at ringja til Kristinu T. Larsen, leiðara, á telefon 740410. Vit gleða okkum at fáa umsóknir frá tykkum, áðrenn 16. juni kl. 14.00. Tit kunnu byrja í starvinum 1. august 2021 ella skjótast gjørligt. Umsóknir verða at senda til [email protected]