ES fer at senda eina millión patrónir til Ukraina næsta árið

Ein avtala sum er verd tvær milliardir evrur skal bæði veita Ukraina við lóðuri og fylla goymslurnar hjá ES.

 

Violeta Santos Moura/Reuters/Ritzau Scanpix

Uttanríkisráðharrarnir í ES londum eru í dag vorðnir samdir um eina avtalu um at veita Ukraina lóður fyri eitt virði upp á tvær milliardir evrur.

Tað upplýsir ónenvdur ES-sendimaður fyri tíðindastovuni AF og Reuters.

Upphæddin svarar til áleið 15 milliardir krónur.

Avtalan merkir, at ES næstu 12 mánaðirnar fer at senda umleið eina millión patrónir til Ukraina og samstundis fylla goymslurnar hjá ES.

Ukrainska stjórnin hevur fleiri ferðir b iðið um at fáa meira lóður frá Vesturheiminum til stríðið ímóti Russlandi.

Ukraina hevur sagt, at tað krevur 350.000 patrónur um mánaðin at standa ímóti russisku deildunum og samstundis kunna fremja egin álop.

Fyrsti parturin av ætlanini hjá ES setir umleið eina milliard av til, at ES lond kunnu fara ígjøgnum egnu lóðurgoymslur sínar eftir lóðuri, sum kann sendast Ukraina alt fyri eitt.

Hin parturin snýr seg um at seta eina milliard evrur av til at bíleggja nýtt lóður.

Eftir meira enn eitt ára kríggj í Ukraina er tað tynt út í evropiskum lóðurgoymslum. Tí er ivi áddur um, hvussu nógv ES londini kunnu lata afturat uttan sjálvi at gerast sárbar.

ES hevur higartil veitt Ukraina hernaðarhjálp fyri umleið 12 milliardir evrur - slakar 90 milliardir krónur.

Sambært embætismanni í ES eru umleið 450 milliónir evrur, umleiða 3,35 milliardir krónur  farnar til at keypa 350.000 patrónir til Ukraina.

/ritzau/

 

Violeta Santos Moura/Reuters/Ritzau Scanpix