ES fordømir russiska álopið á Dnipro

- Russland heldur fram við at vísa sítt ómenniskjansliga andlit og fremur yvirgang við rakettum móti sivilfólki í Ukraina, sigur ES.

 

Russiskir myndugleikar siga, at tað vóru ikki teirra rakettir, sum raktu íbúðarbygningin í ukrainska býnum, Dnipro, leygardagin.

 

Teir halda upp á, at tað ístaðin vóru ukrainskar loftverjurakettir, sum raktu bygningin, men tað munnu vera fá, sum trúgva russisku útsagnunum.

 

Síðan Russland leyp á hin 24. februar í ár - ella fyri skjótt einum ári síðan - hava russiskar rakettir lagt nógvar íbúðarbygningar í Ukraina í oyði. 

 

ES hevur fordømt russiska álopið á íbúðarbygningin í Dnipro, har fleiri enn 30 fólk lótu lív, mong eru løstað - og onnur framvegis eru saknað.

 

Í sínari útsøgn sigur ES, at Russland heldur fram við at vísa sítt ómenniskjansliga andlit og fremur yvirgang við rakettum móti sivilfólki í Ukraina.

 

Eitt talsfólk hjá ES, sum eitt nú norska kringvarpið NRK endurgevur, sigur, at russisku álopini vísa týdningin av, at ES framhaldandi veitir Ukraina stuðul.