ES-nevndin vil hava fulla greiðu á gasslekum

Royndir at órógva orku undirstøðukervið kann ikki góðtakast, sigur Ursula von der Leyen.

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, hevur tosað við donsku forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen, um gasslekarnar í Eystrasalti. - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, vil hava »fulla greiðu« á gasslekunum á Nord Stream sambondunum í Eystrasalti.

Tað skrivar von der Leyen á Twitter.

Hon hevur í dag tosað við donsku forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen um »sabotasjugerðina«.

Nevndarforkvinnan skrivar, at tað er »altavgerandi« at kanna hendingarnar.

Von der Leyen skrivar, at einhvør tilvitað roynd at órógva evropiska undirstøðukervið á orkuøkinum er »óakseptabul«, sum hon málber seg.

Tað fer at fáa »sterkast møguliga aftursvarið«, sigur hon.

Lekarnir á gassleiðingini Nord STream 1 og 2 eru í Eystrasalti við Bornholm.

Tann fyrsti lekin varð staðfestur í gjár. Hinir í dag.

Fyrr í dag upplýsti talsmaður fyri nevndina, at hon var kunnað um tríggjar lekar. Men um middagsleitið í dag frættiast, at tað ikki vóru upplýsingar um, hvørt tað kundi vera talan um sabotasju.

Tað fór at krevja fleiri upplýsingar, varð staðfest.

Hinvegin upplýsti talspersónurin, at nevndin fylgir gongdini, eisini ávirkanina á skipaferðsluna og leka av metangassi úr leiðingunum.

Á tíðindafundi í kvøld segði danska forsætisráðfrúan, at talan er um tilvitaðar gerðir – ikki um eitt óhapp. Tað er greiða metingin hjá myndugleikunum, segði hon.

Og nú brúkar von der Leyen eisini orðið »sabotasja« um gerðirnar.

Morten Bødskov, verjumálaráðharri í Danmark hittir í morgin Nato aðalskrivaran, Jens Stoltenberg. Fundurin var ásettur áðrenn lekarnar, men Nord Stream 1 og 2 verða sjálvandi á skránni.

/ritzau/

 

##med2##

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, hevur tosað við donsku forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen, um gasslekarnar í Eystrasalti. - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters