ES strikar tilmælið um masku í floghavnum

Fyri at fylgja gongdini í fleiri evropiskum londum strikar ES tilmælið um masku í flogførum og í floghavnum.

 

ES strikar frá mánadegnum at rokna tilmælið um at brúka masku í evropiskum flogførum og floghavnum (Arkivfoto). - Foto: Frank Hoermann / Sven Simon/Ritzau Scanpix

Skjótt verður tilmælið frá ES um at brúka masku í evropiskum floghavnum og umborð á flogførum strikað.

Tað stendur í tíðindaskrivi frá evropiska flogmyndugleikanum, Easa, sum er undir ES.

Tilmælið verður strikað mánadagin 16. mai, stendur.

– Frá næstu viku verður tað ikki longur krav at brúka masku á øllum flogferðum. Tað fylgir gongdini í avmarkingunum hjá myndugleikum í Evropa, sigur Easa-stjóri, Patrick Ky.

– Fyri ferðafólk og manning er tað eitt stórt stig móti eini normalisering av flogferðum, verður sagt.

Lond, floghavnir og flogfeløg kunn tó enn gera av at seta í verk krøv um, at ferðafólk skulu brúka masku.

Tað verður millum annað støðan í fólkaríkasta landinum í Evropa, Týsklandi.

– Vit varðveita kravið um at brúka masku á øllum innanlandsferðum og á øllum flogførum, sum lætta úr ella lenda í Týsklandi, sigur Hanno Kautz, sum er talsmaður fyri týska heilsumálaráðið.

Danmark strikaði kravið um masku í donskum floghavnum í mars í ár.

Tó hava hava fleiri evropisk flogfeløg framvegis krav um masku og í fleiri evropiskum floghavnum.

/ritzau/AFP

 

ES strikar frá mánadegnum at rokna tilmælið um at brúka masku í evropiskum flogførum og floghavnum (Arkivfoto). - Foto: Frank Hoermann / Sven Simon/Ritzau Scanpix