Estland vann Baltic Cup

Estar lótu einki mál inn í kappingini

Estar frøast um sigursmálið í finaluni í Baltic Cup (Mynd: Estiska fótbóltssambandið)

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur tikið lut í Baltic Cup farnu dagarnar, har tað í dag eydnaðist við 1-0 sigri á Lettlandi í dystinum um triðja plássið at fáa fyrsta sigurin í Baltic Cup til høldar.

 

Finalan í Baltic Cup var leikt á tjóðarvøllinum í Talinn, La Coq leikvøllinum, har Estland endurtók úrslitið móti Føroyum við einum 1-0 sigri. 

 

Karel Mustmaa skoraði sigursmálið í 80. minutti. 

 

Hetta er aðru ferð á rað, at estar vinna kappingina. Umframt at vinna kappingina í 2026 og 2024, so vunnu estar eisini kappingina í 2020. 

 

Hetta er sættu ferð í søguna, at Estland vinnur Baltic Cup.

 

Baltic Cup var fyrstu árini leikt millum 1928 og 1938. Sovjetsamveldið køvdi kappingina millum 1939 og 1990, men síðani 1991 hevur kappingin verið í gongd aftur, tá baltisku londini gjørdust sjálvstøðug lond aftur. 

 

Í 2022 var Ísland við sum gestalið, og teir gjørdu ikki mætari enn at vinna kappingina. 

 

Estar frøast um sigursmálið í finaluni í Baltic Cup (Mynd: Estiska fótbóltssambandið)