Etið ikki turkaðar aprikosur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar einari sending av turkaðum aprikosum

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at Coop Danmark hevur afturkallað posum av turkaðum aprikosum. Orsøkin er, at hýggj er staðfest í einstøkum pakkum. Hetta ger, at matvøran er óegnað til matnað.

 

Talan er um posarnar Änglamark soft/tørrede aprikoser, sum viga 200 gram. Vøran heldur sær til 25. apríl og 21. mai, stendur á posunum.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at vøran er seld í Føroyum. Tey ráða fólki til at lata vøruna aftur í handilin ella at beina hana burtur.