Løgtingslógin sigur púra greitt, at talan er um bygging av íbúðum í Tórshavn til sinnisveik – lógin bleiv samtykt fyri smáum trimum árum síðani. Landsstýriskvinnan hevur verið púra kúrr um hesar sera neyðugu íbúðirnar í longri tíð, til vit nú brádliga frætta, at íbúðirnar skulu flytast til Vágarnar.
Sum skilst hevur hvørki rímilig, nøktandi hoyring ella politisk viðgerð verið um málið. Tey, sum av álvara verða rakt av broytingini hevur eingin ómakað sær og latið komið til orðanna. Sinnisbati hevur fingið hoyringsfreist sum er ein vika!!
Óvirðiligt? Avgjørt
Lat meg undirstrika, at talan er um bústaðir til fólk, sum í mong ár - ja summi í ártíggju - hava búð á einari ótíðarhóskandi sjúkhúsdeild, tí bústaðir til teirra ikki vóru nóg ovaliga raðfestir. Talan er um fólk, sum øll hesi árini hava fingið lummapening heldur enn pensjón. Á nógvar hættir eru tey ikki viðfarin virðiliga. Fleiri teirra hava ivaleyst glett seg til at fáa íbúð í Havn – nærhendis verandi bústaði. Í nærumhvørvinum, har tey eru von at vera og nógv tilboð eru. Men nú sigur landsstýriskvinnan brádliga: gott er, tit flyta til Vágarnar í staðin!
Alt gott um Vágoynna. Sambýlunum, sum eru har, havi eg bert gott at bera. Men flestøll høvdu óivað talað at, um vit høvdu grundstykki í Havn, men brádliga fingu at vita at vit ístaðin fingu grundstykki í Vágum – ella øvugt. Sjálvsagt!
Kenni ikki orsøkina til handfaringina av málinum hjá landsstýriskvinnuni. Tryggja arbeiðspláss í Vágum? Hugsar hon: tá hini kunnu, kann eg eisini…ella hvussu?
Landspolitikk ella lokalpolitikk
Mong dømi eru um, at landsstýrisfólk uttan himpr, politiska viðgerð ella góðum grundgevingum leggja stovnar í heimstað sín. Ræðir meg, at slíkt er um at gerast siðvenja hjá samgonguni.
Alt skal ikki vera í Havn, men umráðandi er, at onnur atlit verða tikin, enn hvar landsstýrisfólkið hevur traðkað sínar barnaskógvar og fær størstan persónligan ágóða av at leggja stovnin. Tað tænir ikki samfelagnum á nakran hátt - tvørturímóti. Tykist at vera alt ov tilvildarligt og hevur lítið við landspolitikk at gera.
Rakar meint
Harafturat rakar júst hetta málið serstakliga meint. Í mun til eitt nú Heilsutrygd og brúkaraumboðið snýr hetta seg ikki burturav um starvsfólk og viðskiftafólk. Hetta snýr seg um búfólkini. Fólkini sum skulu búgva har, trívast og hava ein ríkan gerandisdag. Talan er her um heimið hjá fólkum, sum í fleiri førum eru sera viðbrekin.
Undirtøkan fyri uppskotinum var stór. Ein samd trivnaðarnevnd tók undir við uppskotinum. Vit tóku undir við, at íbúðirnar skuldu byggjast í Havn. Góðtaki tískil hvørki handfaringina ella ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni.
Byggja, heldur enn brenna brýr
Havi hug at skoyta uppí, at grundgevingarnar eg higartil havi hoyrt landsstýriskvinnuna nýta ikki hava sannført meg um, at ætlanirnar eru skilagóðar ella væl undirbygdar. Sum politikarar eiga vit at kýta okkum til tess kveikja og birta vón hjá teimum sum halda gerandisdagin vera serliga truplan. Neistin var kveiktur hjá fleiri við ætlanunum um íbúðirnar í Havn. Seinastu útsøgnirnar hjá landsstýriskvinnuni gera hinvegin uttan iva fólk ótrygg og óttafull. Sjálv hugsi eg: hvat verður tað næsta. Neyvan er tað bara eg sum hugsi tað. Mín vón og áheitan er, at landsstýriskvinnan spyr og lurtar eftir teimum, sum verða ávirkað av ætlanum hennara, og teimum sum hava fakligan førleika at ráðgeva henni. Tey skulu ikki bert hava eina viku at svara. Tey skulu veruliga hoyrast, verða tikin í álvara og hava ávirkan. Tað er framtíð og heim teirra vit viðgera, tískil er sera umráðandi at brúkarar og fakfólk eru við í hesari prosessini.