Etingarólag undir sjóneykuna

Anoreksi og bulimi eru sjúkur, sum hóast tær gerast alt meira vanligar millum ungdóm okkara, fáa alt ov lítla viðgerð í miðlunum. Nú verður ein roynd gjørd fyri at kunna fólk um hesar sjúkurnar, sum á føroyskum ganga undir felagsheitinum etingarólag.

 

Hon stendur har sum Várharra hevur skapt hana. Kløn, sum eitt piðað, rað, men hon sær tað ikki sjálv. Hon er sjúk, men vil ikki viðganga tað sjálv. Í veruleikanum heldur hon, at hon vigar eitt pund ella tvey ov nógv. Tá tey eru farin av, so fer at líkjast.

Hjá okkum, sum hava matarlyst í heldur ríkiligt mát, ljóðar hetta sum tað reina ørvitistos, men hjá mongum ungum ? serliga kvinnum ? er hetta gerandiskostur. Matur fer ikki í tey, sum líða av hesi sjúkuni, og tað, sum fer níður um, kemur ofta skjótari uppaftur. Tær eru raktar av etingarólagi og tað er, tíverri, ein sjúka, sum vindur upp á seg. Eisini her heima hjá okkum. Sjúkan er ikki nakað nýtt fyribrigdi, minni enn so. Heilt gamlar søgur geva okkum ábendingar um, at henda sjúkan er avgomul, og tað letur til, at tey tá vistu líka lítið til at taka, sum læknarnir gera í dag. Heiluvágur finst eingin, tí slík sjúka grøðist ikki við heiluvági, og at seta nakrar tummilfingrareglar upp fyri sjúkuni, tað er púrasta vónleyst, siga sálarfrøðingar. Í Danmark hava tey seinastu árini havt eitt felag, sum tekur sær av áhugamálunum hjá teimum sjúku, og sum samstundis eisini roynir, at gera vart við trupulleikan í sjónvarpslýsingum. Tí ber í løtuni til hjá teimum, sum síggja danskar rásir um parabol at síggja lýsingar fyri danska felagnum fyri teimum við etingarólagi. Tað var hana vit lýstu í byrjanini. Vandamikil sjúka

Tey, sum fáa sjúkuna, hava hjálp fyri neyðini. Bráðneyðuga hjálp. Eingin veit rættiliga hvaðani sjúkan stavar ella hví hon brýtur út, júst tá hon ger, men metingarnar eru nógvar. Sálarfrøðingar kenna heldur ikki orsøkina og teir vita enn minni, hvussu ein patentloysn upp á sjúkan sær út.

Orsøkin til tað er, at sjúkan er serstøk fyri hvønn tann einasta sjúkling, siga sálarfrøðingarnir. ? Tað eru ikki tveir tilburðir sum eru líka, og tí er tað so torført at viðgera, siga teir. Men er tað torført at viðgera, so er tað alneyðugt at gera júst tað. Neyðugt er at koma í viðgerð so skjótt sum tilber ? áðrenn sjúkan fær yvirtakið. Fær hon tað, so kann støðan sum einki gerast lívshættislig. Nógvir sjúklingar eru deyðir av sjúkuni av teirri orsøk at teir eru so illa farnir av sjúkuni, at tað gerst einki. Tað sigur seg eisini á ein hátt sjálvt, at sjúklingar, sum eftir stuttum tíðarbili missa millum 8 og 15 kilo, eru veik tá samanumkemur, og tí skal lítil skelkur til at skræða tey higani. Kortini síggja sjúklingarnir einki sjálvir og millum annað tí er sjúkan so út av lagi torfør at viðgera. Hvussu kanst tú viðgera ein sjúkling, sum ikki heldur seg vera sjúkan.

Fyrilestur og samtala

Hóast lítið er at hoyra um etingarólag nú, so hevur tað ikki verið eiðasørt í føroyskum miðlum. Roynt hevur verið at gera eitt sindur burturúr viðhvørt, men tað hevur neyvan verið nóg mikið til at hjálpa um støðuna hjá teimum sjúku og avvarandi teirra, sum mangan kenna seg einsamøll. Tí verður næstu tríggjar dagarnar at koyra undir stirvnaðu umrøðuna og byrjað varð í gjárkvøldið. Í sendingini Tilvera, sum Armgarð Arge skipar fyri, fer ein kvinna, sum hevur stríðst við sjúkuna í fleiri ár, at greiða frá, hvussu hennara lív og levnaður hevur verið við hesi sjúkuni. Fríggjadagin verður fyrilestur á Parnassinum á Hotel Hafnia, har tveir danskir viðgerðarar fara at halda fyrilestur. Tað eru tær báðar Christina Petersen og Inge Christiansen, úr Keypmannahavn, sum fara at greiða frá tí tær vita um sjúkuna og viðgerðina av henni. Fyrilesturin verður klokkan 19, fríggjakvøldið.

Seinnapartin leygardagin frá klokkan hálvgun fimm til klokkan hálvgun átta, verður møguligt hjá fólki at ringja inn til tær báðar donsku viðgerðararnar, sum hava drúgvar royndir í fakinum. tey, sum ringja fáa 20 minuttir í part, og hóast hetta ikki er long tíð, so kann hetta vera neistin, sum aftur birtir lív í nærum slóknaðan veik, harafturat gevur hetta fleiri møguleikan at sleppa framat.

Hvørji telefonnummrini eru, sum ringjast kann til, er ikki greitt í løtuni, men hesum verður lýst við fyri seg. Vit kunnu leggja afturat, at øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin

Hóast tað eru ikki nógvar upplýsingar at finna á føroyskum um sjúkuna, so finnast slíkir á heimasíðuni hjá danska felagnum fyri anoreksi og bulimi, sum eitur www.anoreksi-foreningen.dk.