Europa er sett í skuggan

Tølini siga, at tað gongur javnt á, tá ið næstan 118 ára gomlu javnaldrarnir hittast

Toppliðið og meistaraliðið úr Klaksvík er fyri aðru ferð í eina lítla viku á veg suður í høvuðsstaðin.

 

Sunnudagin endaði tað við 1-0 sigri ímóti B36, og í dag er dagsskráin at hitta HB, sum hevur vunnið fulla úrtøku í teimum fýra dystunum, síðani Dalibor Savic tók við sum venjari.

 

KÍ skal fyrst í næsta mánað spæla tvær ferðir í europeisku meistarakappingini ímóti norska meistaraliðnum Bodø/Glimt. Teir báðir dystirnir telja ógvuliga nógv í roknskapinum hjá klaksvíkingum – bæði ítróttarliga og fíggjarliga – og tað kann vera, at spælskipanin í dag fer at vera soleiðis, at tað fer at verða lagdur stórur dentur á verjuspælið, sum higartil er eydnast so mikið væl, at bara eitt mál er farið ígjøgnum. Men tað fer einki at verða spart í dag. Nú snýr tað seg um at vinna trý stig ímóti HB, sum hevur alt at vinna, eftir at fyrsti triðingurin var so soltin.

 

Tølini siga, at tað gongur javnt á, tá ið HB og KÍ hittast. Síðani 2018 hevur HB verið meistari tvær ferðir, og KÍ hevur verið meistari tvær ferðir. Hesi árini hava KÍ og HB dystast 13 ferðir í landskappingini. KÍ hevur vunnið fimm ferðir, HB hevur vunnið fýra ferðir, og fýra ferðir er tað endað javnt.

 

Fyrsti dysturin í ár var í Klaksvík fyri seks vikum síðani. Tá vann KÍ 2-0.

 

Hjá HB eru Gustav Kjaldsen, Heri H. Mohr og Hilmar Leon Jakobsen skaddir, og tað er ivasamt, hvussu tað er við Jákup L. Thomsen. Pætur J. Petersen, sum av álvara hevur fingið møguleikan síðani venjaraskiftið, er darvaður av skaða í fótliðnum. Hann noyddist av vøllinum stutta løtu undan steðginum í 2-0 sigrinum í Runavík, men tað verður roknað við, at hann er førur fyri aftur í dag at vera millum teir fyrstu ellivu.

 

Hjá KÍ er Jonn Johannesen skaddur, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við lyklaspælarunum Páll A. Klettskarð og Deni Pavlovic, ið eru darvaðir av skaðum.

 

HB – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.