Europa farið upp um 50 milliónir smittað

Europa hevur havt næstan ein triðing av heimsins smittaðu við covid-19

Europa er fyrsta landaøkið í heiminum, sum er farin upp um 50 milliónir smittað við covid-19.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Reuters.

 

Europa hevur havt næstan ein triðing av teimum skrásettu smittutilburðunum við covid-19 í heiminum. Næstan 1,3 milliónir fólk eru deyð við covid-19 í Europa.

 

Tað tók næstan eitt ár at koma upp 25 milliónir smittað í Europa, men síðani hevur tað bert tikið 194 dagar at leggja 25 milliónir afturat. Tað er orsakað av Delta frábriginum – og færri tálmandi tilmælum – at covid-19 hevur smittað verri seinastu tíðina enn at byrja við.

 

Delta frábrigdið hevur gjørt, at framgongdin í búskapin gongur ikki so skjótt sum vónað.

 

– Korona spreiðir seg aftur skjótt, og flogfeløg, matstovur og ferðaskrivstovur fáa helst ikki so góðan umsetning í summar, sum tey høvdu vónað, sigur Russ Mould, íløgustjóri Í AJ Bell, sambært Ritzau.