Europa League: B36 fekk dreymalutakastið

- Eg ynski The New Saints á heimavølli, sigur Jákup á Borg. Og tað fekk hann!

Beinleiðis: B36 skal spæla á heimavølli móti The New Saints úr Wales. Tað er besta ítróttarliga lutakastið, sum B36 kundi fáa. Dysturin verður í Føroyum í seinasta lagi 17. septembur. Jákup á Borg, venjari hjá B36, gleðir seg:

- Vit hava fyrr væntað, at teir eru í verri form enn vit, tí tað er summarsteðgur hjá teimum, men tá hevur tað víst seg at teir eru væl fyri. Fyrimunurin kann liggja í, at teir ikki hava vant øll tey smáu tingini, sum tú bara kanst í dysti, sigur Jákup á Borg, sum metir The New Saints sum favorittar.

- Vit eru spentir og gleða okkum. Teir vunnu seinasta dyst 3-1, so hetta er eitt lið, sum er favorittur, men tað leggja vit einki í. Vit dáma væl at spæla á Tórsvølli og vit trívast eisini sum undirtippaðir, sigur Jákup á Borg.

12:00: Nú verður lutakastið til 2. undanumfari til bólkaspælið í Europa League. Hetta verða ein uppgerð við bara einum dysti. Lutakastið avger hør hevur heimavøll. Dysturiin verður spældur 17. septembur. Her er bólkurin hjá B36:

Styrkismett:

1 Motherwell (Skotland)

2 Copenhagen (Danmark)

3 The New Saints (Wales) 

Ikki styrkismett:

4 IFK Göteborg (Svøríki)

5 Coleraine (Norðurírland)

6 B36 Tórshavn (Føroyar) 

Upptakt:

Europa League: Hesum trimum kann B36 møta

Tað verður ikki Tottenham ella AC Milan, men tað er møguleiki fyri bæði spennandi og ítróttarliga spennandi møguleikum

Í dag klokkan 12 verður lutakastið til 2. umfar í undankappingini til Europa League bólkaspælið. Upprunaliga kundi B36 møta 34 ymiskum liðnum, men nú er greitt at tað verður eitt av FCK, Motherwell og The New Saints.

B36 vann í undanumfarinum til undankappingini á St Joseph’s úr Gibraltar. Hósdagin vann B36 so dramatiskan 4-3 sigur á Levadia Tallinn úr Estlandi. Tí er B36 í pottinum, tá lutakast verður í Nyon í Sveis til 2. umfar í undan kappingini til bólkaspælið í Europa League.

Millum tey feløgini, sum vera í pottinum í dag eru enska Tottenham, við José Mourinho sum venjara, sjeyfaldu Champions League vinnararnir úr AC Milan og Wolfsburg úr týsku Bundesliguni. Tað verður tó ongum av hesum, at B36 kemur at spæla ímóti.

Undan hvørjum lutakastið verða feløgini býtt í smærri bólkar, sum mangan hava eitt geografiskt atlit. Tað sæst eisini á møguleikunum hjá B36, sum skal til Danmark, Skotland ella Wales, um tað endar við útivølli.

Jákup á Borg hevur nevnt The New Saints sum eitt av ynski mótstøðuliðnum, tí tað liggur nærri føroyskum fótbólti í dygd enn summi av teimum stóru. Motherwell hevur trupulleikar í heimligu kappingini, men liðið vann heili 5-1 á Glentoran, sum vann 1-0 á HB. FCK munnu tey flestu kenna í Føroyum, og tað er ongin ivi um, at tað er sterk mótstøða.

Øll liðini hava verið í Føroyum. The New Saints spældi móti júst B36 á Tórsvølli og vann 2-1. Tað endaði samanlagt 6-2. Motherwell spældi í 1994 móti HB. Her vann Motherwell 4-1 á Toftum, eftir at hava vunnið 3-0 á Fir Park í Motherwell. FCK vitjaði í Føroyum í 2004. Teir taptu 1-0 í Klaksvík og vunnu eftirfylgjandi á HB í Gundadali.