Tveir føroyingar vóru í leiki í EHF European League tíðliga í kvøld.
Hóast Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof ikki høvdu møguleika at røkka endaspælinum undan seinasta dystinum á útivølli móti Fredericia, so syrgdu teir fyri at fáa ein góðan enda á innleiðandi bólkaspælið. Sävehof vann 33-29 á Fredericia. Í steðginum var Sävehof á odda 17-15.
Ísak skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Í sama bólki vann Hannover-Burgdorf uttan Vilhelm Poulsen á útivølli 37-29 (22-16) á slovakiska liðnum, Tatran Presov.
Hannover-Burgdorf vann bólkin við 10 stigum. Fredericia hevur sjey stig og Sävehof hevur seks stig. Presov endaði aftast í bólkinum við einum stigi.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram fingu einki stig í bólki D.
Í kvøld tapti Fram á útivølli stórt 24-38 fyri norska liðnum, Elverum. Í steðginum var Elverum á odda 23-11.
Dánjal skoraði trý mál upp á seks málroyndir.
Porto vann bólkin við 10 stigum, og Elverum gjørdist næstfremst við átta stigum. HC Kriens hevur seks stig, og Fram endaði aftast við ongum stigi.











