Eurovision verður ikki í vinnaralandinum Ukraina

Vegna kríggið í Ukraina kann landi ikki verða vertur fyri Eurovision næsta ár, boða fyrireikararnir frá.

 

Tað var ukrainski bólkurin Kalush Orchestra, sum vann Evropisku Sangkappingina í maimánaði framman fyri Bretland. (Mynd: Marco Piovanotto/Abaca/Ritzau Scanpix)

Evropiska sangkappingin Eurovision verður ikki hildin í vinnaralandinum Ukraina í 2023.

Tað skrivar felagsskapurin handan tiltakið, Eurovision Broadcast Union (EBU), í tíðindaskrivi.

Har stendur eisini, at EBU saman við UA:PBC, sum er ukrainska ríkissjónvarpið, hevur kannað møguleikan fyri at halda sangkappingina.

Men tað er ikki gjørligt, verður sagt við tilsiping til trygdarstøðuna í landinum, har Russland hevur gjørt innrás.

Tað er annars siður, at vinnaralandið eisini vinnur vertsskapin fyri árið eftir.

Miðskeiðis í mai fór ukrainski bólkurin Kalush Orchestra við sigrinum framman fyri Bretland.

EBU kanna nú møguleikan fyri, um Eurovision kann haldast á bretskari jørð næsta ár, verður sagt.

/ritzau/

 

 

Tað var ukrainski bólkurin Kalush Orchestra, sum vann Evropisku Sangkappingina í maimánaði framman fyri Bretland. (Mynd: Marco Piovanotto/Abaca/Ritzau Scanpix)