Everton tapti aftur – Frank Lampard nærkast sekkinum

Premier League: Everton liggur nú aftast saman við Southampton

Fimm dystir í 20. umfari í Premier League eru spældir í dag. Fyrr í dag spældu Liverpool og Chelsea málleysan javnleik. Nú seinni seinnapartin hava flestu av liðunum í niðurflytingarvanda verið á vøllinum.

 

Stóra uppgerðin var á London leikvøllinum, har West Ham vann 2-0 á Everton. Í báðum førum er talan um søgurík feløg í enskum fótbólt, sum hava havt eitt vánaligt kappingarár. Bæði venjarin hjá West Ham, David Moys, og venjarin hjá Everton, Frank Lampard, væntast at hanga í klønum tráði.

 

Einasta ljóspunktið hjá Everton eru úrslitini í hinum dystunum. Hin botnproppurin, Southampton, tapti 1-0 móti Aston Villa. AFC Bournemouth misti á stokkinum móti Nottingham Forest, og tað sama gjørdi Leicester City móti Brighton.

 

Tí er framvegis ein góður møguleika at bjarga sær, um Everton far fatur á rætta endanum.

 

Premier League 20. umfar:

 

Liverpool – Chelsea 0-0

 

Bournemouth – Nottingham Forest 1-1

 

Leicester City – Brighton 2-2

 

Southampton – Aston Villa 0-1

 

West Ham – Everton 2-0

 

Crystal Palace - Newcastle

 

Sunnudagin:

 

Leeds United – Brighton

 

Manchester City – Wolverhampton

 

Arsenal – Manchester United

 

Mánadagin:

 

Fulham - Tottenham

 

1Arsenal18152142:1447
2Manchester City19133350:2042
3Manchester Utd19123430:2239
4Newcastle19108133:1138
5Tottenham20103739:3133
6Brighton1994637:2731
7Fulham2094732:2931
8Liverpool1985634:2529
9Brentford1978432:2829
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace1965818:2723
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15West Ham20531217:2518
16Leeds1845926:3317
17Wolves19451012:2717
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515