Evnaríkur unglingi

Seinastu tíðina hevur 15 ára Kenneth Danielsen úr Gøtu rættuliga gjørt vart seg í Danmark, við tað at hann hóast sín rættuliga unga aldur, hevur koyrt seg upp millum fremstu moto-cross koyrararnar á Sælandi

Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um føroyingar, sum hava gjørt vart við seg uttanlanda, tá teir hava staðið seg væl í onkrari ítróttargrein.

Ein, sum vit tó ikki hava hoyrt so nógv um, er 15 ára gamli gøtudrongurin, Kenneth Danielsen, sum seinastu árini hevur roynt seg sum moto-cross koyrari í Danmark.


Millum teir yngstu

At byrja við royndi hann seg í sonevnda 80 flokkinum. 80 flokkurin merkir, at súkklurnar, sum koyrt verður á, hava ein motor, sum er 80 rúmsentimetrar ella ccm.

Eftir at hann hevði staðið seg avbera væl í hesum bólki, flutti hann seinast vetur upp 125 flokkin, har tað vanliga eru koyrarar, sum hava staðið seg væl í fleiri ár, sum fáa møguleikan.

1999 var sostatt fyrsta árið, at Kenneth royndi seg í hesum flokki, og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur staðið seg sera væl. Enn hevur hann ikki koyrt í DM-kappingini, men hevur hann ístaðin roynt seg á Sælandi, har hann gjørdist nr. 12 av 42 koyrarum.

Til samanberingar kann nevnast, at vinnarin í hesum bólki hevur koyrt moto-cross í 5 ár, og har umframt skal sigast, at Kenneth er milllum yngstu luttakarin í bólkinum.

Hetta hava danir eisini lagt til merkis, og fyri góða avrik sítt, fekk hann tískil ídnaðarprógv frá felagi sínum, Svebølle Moto-Cross Club.

Nevnast kann eisini, at við tað at Kenneth er nógv yngri enn flestu av mótstøðumonnunum, hevur eisini verið neyðugt at broyta eitt sindur upp á súkklu hansara. Hesar eru vanligar gjørdar soleiðis, at tær skulu bera ein koyrara upp á uml. 70 kilo. Kenneth vigar tó bert eini 50 kilo, og tí er ymiskt á súkkluni broytt, so hon riggar betri til lítla kropp hansara.


Leggur nógv fyri

Frægu úrslitini hava eisini gjørt sítt til, at Kenneth nú ætlar at seta nógv fyri, og verður tí lagt nógv meira fyri nú, enn talan var um seinasta ár.

Fyri stuttum hevur hann verið í Belgia, har hann saman við liðfeløgunum hevur verið á venjingarlegu, og harumframt er eisini borið soleiðis í bandi, at Kenneth nú hevur egnan venjara.

Vanliga er tað annars soleiðis, at meginparturin av venjingini gongur fyri seg á tann hátt, at koyrararnir so at siga læra seg sjálvan, hóast teir sjálvsagt eisini fáa góð ráð av ymsum slag. Nú hevur Kenneth tó fingið egnan venjara, og er venjarin eingin annar enn Jesper K. Jørgensen, sum í 1998 varð europameistari í 250 flokkinum.

Í 1999 fekk hann ikki vart heitið, orsakað av skaða, men einki er at ivast í, at Kenneth við hesum hevur fingið ein sera dugnaligan lærumeistara, sum hevur nógv at geva frá sær.

At ein somikið frægur maður, hevur hug at fara undir hetta, ber eisini boð um, at tað búgva góð evni í unga gøtumanninum.

Jesper fær tó ikki hugt Kenneth hvønn dag, so ístaðin verður venjingin skipað á tann hátt, at teir báðir eru saman einar 25 ferðir um árið, har tað so verður vant út í eitt frá tíðliga á morgni.


Kostnaðarmikið

Sum vera man, so er talan ikki um nakra bíliga ítrótt. Sjálv súkklan og tann trygdarútgerð, sum annars verður nýtt, kosta sjálvandi eina rúgvu av peningi, men harumframt er eisini rættuliga nógv av viðlíkahaldi.

Sum dømi kann nevnast, at dekk mugu skiftast áðrenn hvørja kapping, og kosta hesi vanliga um 500 kr. Harumframt er eisini slit á stoytdoyvarar og líknandi, so alt í alt kann tað vera rættuliga skjótt, at ein 1000 krónu seðil er nýttur.

Enn hevur tað so ikki eydnast Kenneth at finna nakrar stuðlar, men sjálvur vónar hann, at hetta fer at bera til, soleiðis at hann í framtíðini kann gerast enn betur í hesari ítrótt.

Tíðina hevur hann í hvussu so er fyri sær, og við røttu venjingarumstøðunum kann hann ivaleyst koma heilt langt, hesin ungi gøtudrongurin.