Evnið á Vísindavøkuni 2022 verður Tíðarrák

Fyri fyrstu ferð verður Vísindavøkan hildin í Løkshøll í Runavík

Vísindavøka: Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking. Tíðarrøðir eru millum annað mátingar, dátur, lutir, skjøl, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett skipað og regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.

 

Á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð.

 

Fyri fyrstu ferð verður Vísindavøkan hildin í Løkshøll í Runavík. 

 

Vísindavøkan verður hildin fríggjadagin 23. september frá morgni til seint seinnapart.

 

Framløgur vera í fyrilestrarsalinum, meðan tiltøk serliga ætlað børnum og ungum vera í kantinuni og í teltum uttanfyri.

 

Á skránni verða framløgur, tiltøk og framsýningar bæði inni og úti.

 

Umframt tiltøkini í Løkshøll hevur Vísindavøkan eisini verið á ferð aftur við framløgum, hesa ferð í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi og í Hovi.

 

Tiltakið er alment og ókeypis.

 

LUTTAKANDI STOVNAR OG FELØG Á VÍSINDAVØKU:

 

Búnaðarstovan

 

Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

 

Fiskaaling

 

Fróðskaparsetrið

 

Havstovan

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

 

iNOVA

 

Ílegusavnið

 

Jarðfeingi

 

Landsbókasavnið

 

Landssjúkrahúsið

 

Tjóðskjalasavnið

 

Tjóðsavnið

 

Umhvørvisstovan

 

Granskingarráðið

 

LUTTAKANDI STOVNAR OG FELØG Á VÍSINDAVØKU:

 

Búnaðarstovan

 

Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

 

Fiskaaling

 

Fróðskaparsetrið

 

Havstovan

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

 

iNOVA

 

Ílegusavnið

 

Jarðfeingi

 

Landsbókasavnið

 

Landssjúkrahúsið

 

Tjóðskjalasavnið

 

Tjóðsavnið

 

Umhvørvisstovan

 

Granskingarráðið