Evroparáðið vil hava gjøgnumskygni um floksstuðul

Føroyar, Grønland og Danmark eiga at fáa betri skil á floksstuðulin til teir politisku flokkarnar og revsingina fyri korrupsjón.

Tað heldur Greco, sum er bólkur Evroparáðsins fyri tjóðir móti korrupsjón.

Bólkurin hevur fyri kortum almannakunngjørt triðja part av frágreiðingini um viðurskiftini í Danmark og í ríkisfelagsskapinum, skriva danskir miðlar í dag.

Frágreiðingin inniheldur 14 góð ráð til Danmark. Og Greco vísir á, at forðingartiltøkini móti muturi ikki altíð eru so greitt orðaðar, sum Evroparáðið krevur.

Greco heldur harafturat, at fólk, sum keypa seg til ávirkan, eiga at revsast harðari, og at revsingin fyri korrupsjón sum heild er for lág í Danmark.

- Greco viðmælir, at Danmark betrar um møguleikarnar fyri at rættarsøkja korrupsjón í útlandinum, og at mann raðfestir stovnsetanina av kriminallóggávu móti korrupsjón hægri ? eisini í Føroyum og í Grønlandi, skrivar bólkurin.

Tíðliga komandi ár fer Greco at meta um, hvørt Danmark og ríkisfelagsskapurin hava tikið nakað av góðu ráðunum til sín, skrivar Ritzau.