Eyðmýking av Russlandi førir ikki til frið

- Treytirnar fyri samráðingum skulu setast av Ukraina og Russlandi, sigur franski forsetin.

 

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron og russiski forsetin, Vladimir Putin.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, segði í dag, at Russland og Ukraina mugu semjast um eina vápnahvíld. Ein eyðmýking av Russlandi førir ikki til frið.

 

- Í morgin mugu vit halda fram við at byggja frið. Lat okkum ikki gloyma tað. Hetta mugu vit gera saman við Ukraina og Russlandi við borðið, segði forsetin.

 

Emmanuel Macron segði, at treytirnar fyri samráðingum skulu setast av Ukraina og Russlandi, men hetta verður ikki gjørt við at reka hvønn annan burtur.

 

- Ei heldur við at eyðmýkja annan partin, legði Emmanuel Macron aftrat.

 

Úttalilsini hjá franska forsetanum komu í dag, nú Russland hátíðarhelt sigursdagin, sum russar rópa dagin hin 9. mai, tá sigurin yvir Nazi-Týsklandi varð vunnin.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron og russiski forsetin, Vladimir Putin.