- Tað kom dátt við, tá ið vit varnaðust, at samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini.
Tað segði Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensónista, á kunnandi fundi í gjár um støðuna hjá pensjónistum, nú samgongan ætlar at skerja grundupphæddina í fólkapensjónin.
Landsfelagið hevði kallað pensjónistar á fund at viðgera støðuna, nú samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini yvir 580 krónur um mánaðin.
Arne Thorsteinsson vísir á, at síðani 1999 er støðan hjá pensjónistum alsamt versnað, tí tá varð grundupphæddin fryst føst og síðani er hon ikki hækkað, hóast prísirnir í samfelagnum annars eru hækkaðir.
Avleiðingin er, at nú er fimti hvør pensjónistur fátækaváða.
- Tí kom tað ómetaliga væl við, at núverandi samgonguflokkar lovaðu a bøta um korini hjá fólkapensjónstum, umframt at teir lovaðu lág- og miðalinntøkunum skattalætta.
- Serstakliga greiður í sínum lyfti var Javnaðarflokkurin, tí tey lovaðu okkum, at fólkapensjónin skuldi hækkast minst 500 krónur um mánaðin, staðfesti Arne Thorsteinsson.
- Tí var tað ein stórur skelkur, tá ið vit varnaðust, at uppskot varð lagt fyri Løgtingið um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini.
- Afturfyri skuldi viðbótin í pensjónini hækka eitt sindur, umframt at útgjaldið úr Samhaldsfasta skuldi hækkast – men tað er treytað av, at stýrið fyri Samhaldsfasta, sum annars er politiskt óheft, góðtekur tað.
Harafturat skuldu vit sleppa at lurta eftir Kringvarpinum fyri hálvan prís, umframt at vit skuldu fáa sama skattalætta sum øll onnur.
- Og vit eru øll ørkymlað, tí tað er eyðmykjandi at fólkapensjónin verður skerd, og at vit afturfyri skulu fáa olmussu frá Kringvarpinum. Og tað er beinleiðis niðurgerandi, at ein skattalætti til øll verður roknaður upp í okkara fólkapensjón, sigur Arne Thorsteinsson.
Hann undrast á, at samgongan ikki kann bíða við at broyta pensjónirnar, til ein nýggj pensjónsskipan skal vera klár um eitt ár í seinasta lagi.