Eykajáttan omaná eykajáttan, tað verður prísurin fyri eina sera undirmetta fíggjarlóg fyri 2003 ? ella rættari orsakað av kreativari bókføring, sum framd er av sitandi samgongu, hvat viðvíkur fíggjarlógini fyri 2003.
Fyri okkum, sum sita í síðulinjuni og fylgja við hvat fyriferst , so er tað sum at verða í »Sirkus Benneweis«. Minnist, tá ein sum barn, sat við spenningi og bíðaði eftir teimum næstu artistunum, sum framdu alskins brøgd fyri okkum og komu væl frá tí til stóra frøði fyri okkum áskoðarar.
Soleiðis fyrikemur hendan samgongan mær,teir gera alskyns saltomortalir og krumspring saman við sokallaðum útreiðsluneutralum játtanum, í eini forkryplaðari roynd at sminka um eina alt meira og meira anstrongda fíggjarlóg. Munurin á Sirkus Benneweis og Sirkus Tinganes er, at í sambandi við Sirkus Tinganes, so kann ein ikki frøast.
Tað gongur við fullari ferð framá, hevur formaður Tjóðveldisfloksins ført fram.
Jú ,so sannliga gongur tað framá,við fullari ferð, út av eggini enn einaferð, tí tað sær út til, bremsurnar eru farnar hjá sitandi samgongu, og teir sýnast ikki ikki at siggja skógin fyri berum trøum, tíverri.
Gongdin hjá høvðusvinnum okkara, fiskivinnuni og alivinnuni:
Hyggja vit at gongdini, so er ongin ivi um, at neyðugt er at repa seglini og gera tað, sum gjørligt er at fyribyrgja, at vit ikki enn einafer enda í kreppu í samfelagnum.
Tað er avmatningur í fiskivinnuni, har prísinir í mun til seinasta ár eru minkaðir við uml. 20% sambært formanninum í Reiðarafelagnum,eins og tað eru stórir trupulleikar í alivinnuni, sum,um ikki prísirnir verða uppgangandi og ILA fæst undir kontrol, kemur at hava so stórar trupulleikar, at spurningurin er, hvussu nógvir alarar hóra undan.
Alivinnan væntar eina niðurgongd í tonsum frá 48-49.000 tonsum í ár til kanska 30-35.000 innan næstu 2 árini, og hetta sigur ikki so lítið um støðuna hjá hesi vinnu, sum í løtuni hevur ein søluprís á vøru síni uppá uml. 17 kr. kilo í mun til 30 kr .plus fyri sløkum 2 árum síðani.
Ringvirkningarnir av hesum inntøkuminkingum koma at merkjast hjá hjávinnunum og servisuvinnunni á landið.
Tá seinasta fíggjarlóg var gjørd, varð væntað, at komandi ár fór at hava ein vøkstur uppá 6%, og má sigast, at tað var at verða super optimist, - og síggja vit eisini nú, at minkingin er nógv størri enn fíggjarmálastýrið væntaði.
Yvirtøkuleisturin
Somuleiðis hava teir eisini nú fyrireikað ein yvirtøkuleist, sum teir við »teknokratiskt snilde« skulu smoykja niður yvir høvdið á føroyingum, og teir ivast nokk heldur ikki ,í at teir koma væl frá tí, sum so nógvum øðrum teir sýnast at verða komnir væl frá.
Fyrilitarleyst, og uttan av hugsa um framtíð og trygd og trivnað hjá vanliga føroyinginum, honum og henni, sum ikki hevur møguleika at flyta av landinum fyri at finna sær annan vinnuveg, tá á stendur, eru hesir samgongumenn- og kvinnur við at føra samfelag okkara út eina sera óhepnað støðu .
Tann, sum trýr, at trøini vaksa inn í himmalin bara vit fáa tømt heimastýrislógina og blokkin, vaknar ivaleyst eisini einaferð við kaldan dreym, og sær, at tað ikki finnast nakrar lættar loysnir.
National-romantiska orðaskvaldur Tjóðveldisfloksins
Hesi niðanfyri nevndu eru millum mong onnur, eg vil kallað tey »slogans«, sum partur av sitandi samgongu hevur nýtt sum spjaldramerki.
. Gjøgnumskygni
. Opinleika
. Nú várar í Føroyum
. Sjálvberandi búskapur
. Skjótari niðurgjalding av skuldini samstundis sum blokkurin verður minkaður
. Tú & E
At líta á eina samgongu, sum tosar um reinleika , opinleika og enntá sjálvberandi búskap, skjótari niðurgjalding av skuldini osv., og so virkar beint øvugt í stórt sæð øllum, teir hava við at gera, tá kann ein ivast í, hvussu teir yvirhøvur kunnu droyma um, at føroyingar, ið hvussu so er teir, sum brúka høvdið eitt sindur meir enn til bert nationalistiskt romantiserað orðaskvaldur, neyvan fara at lata seg forføra av hesum romantikkarum.
TÙ & E, er sum skilst seinasta hugskotið at fólkaligera hendan sambært S.S. »akademiska meir belisnað »E« flokkin«, og hvat kemur burturúr hesum, verður áhugavert at síggja og hoyra.
Útreiðslur landskassans eru eksplosivt øktar seinastu 5 árini
Kostnaðurin av samfelagnum er øktur við meir enn 1,2 mia. kr.,síðan hendan samgongan tók við í allarbestu tíðum, og hava teir eisini klárað at brúkt uml. 3 mia kr. av tí blokkstuðli, sum teir gjøgnum hesi seinastu fýra árini frá 1998-2002 hava fingið úr Danmark, hendan blokkstuðul, sum teir fyri alt í verðini vilja verða fyri uttan.
At verða alt meira og meira sjálvstøðug fíggjarliga, stig fyri stig, sum nú einaferð føroyska samfelagið orkar at bera tað, er rætta leiðin at ganga, og hesum leisti borgar bara ein flokkur fyri og tað er Sambandsflokkurin.
Vit í Sambandsflokkinum hava leingi sæð í eyguni, at tann stóri vøksturin, sum hevur verið og framvegis er hjá tí almenna sektorinum má steðgast, ongantíð ov skjótt, um skútan ikki skal kollsiglað, orsakað av alt ov nógvum fólki á brúnnið og alt ov fáum á dekkinum, stabiliteturin fer at bila, og skútan koppar, um ikki um neyðug tiltøk verða gjørd at fyribyrgja og rætta skútuna uppaftur.
Vit hava heilt einkult ikki ráð til hendan ógvusliga yvirbygningin, og tað ivist eg heldur ikki í at flestu føroyingar geva mær rætt í.
Inntøkuskapandi tiltøk
Ongin tosar um inntøkuskapan, tað sær út, sum um at tað at skapa inntøkur er eitt fremmandaorð í samgonguni, tó undantikið brúkaragjøld, sum skapa fleiri inntøkur til t.d. SVF.
Tá eg nevni inntøkuskapandi tiltøk, hugsi eg ikki um skattir, brúkaragjøld og avgjøld annars, men um inntøkur, skaptar av vinnuni og møguligum nýggjum vinnuligum inntøkumøguleikum.
Hvat verður gjørt fyri at skapa og geva nýggjum vinnum møguleikar at búnast og vaksa her?
Hvat verður gjørt fyri at fáa vælútbúgvin fólk (burtursæð frá økonomum og juristum) heimaftur og harvið verða við til at skapa arbeiðspláss í privatu vinnuni?
Hvat verður gjørt fyri at skapa grundarlag fyri ,at okkara verðandi vinna sum t.d. rækjuvinnan, sum er í svárari neyð fíggjarliga, áhaldandi kann koma at verða ein inntøkukelda til samfelag okkara.
Tonnasjuskattaskipanin, sum Sambandsflokkurin setti fram uppskot á Løgtingið um at seta í gildi í Føroyum, er ein beinleiðis inntøkuskapan til samfelag okkara uttanífrá , sum ongantíð ov skjótt eigur at verða sett í verk í Føroyum og harvið skapa arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi.
Tað er alneyðugt, at vit sum samfelag fáa ein breiðari fót at standa á til tað eina vinnuliga beinið, sum vit hava í løtuni.
Tað er, meti eg, umráðandi, at vit tvørpolitiskt ongantíð ov skjótt fáa sett skjøtul á, hvussu vit kunnu fáa inntøkuskapan, møguligar nýggjar vinnur og eitt meir fjøltáttað vinnulív og harvið byggja land heldur enn ríva niður .