Sáttmálin viðvíkjandi havnaútbyggingini í Havn er áljóðandi 36,6 milliónir krónur og P/F Phil & Søn væntar at kunna gera arbeiðið skjótari og bíligari enn aðrir. Fyrradagin var sáttmálin undirskrivaður og byggifelagið ætlar at byrja arbeiðið beinanvegin.
Eystari moli skal breiðkast, so meira bingjupláss fæst. Byggifelagið Phil & Søn væntar at kunna gera arbeiðið uppá 14 mánaðar, sjálvt um tað var mett at taka30 mámaðar.
Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at tað er neyðugt at fáa til vega meiri bingjupláss, tí Tórshavnar Havn verður nýtt meira og meira sum transitthavn. Skip koma við bingjum, seta tær av og so koma onnur skip eftir teimum.
- Hetta vindur uppá seg og tí er neyðugt at byggja út, sigur Leivur Hansen.
Uttan lántøku
Leivur Hansen sigur, at hetta helst er fyrsti partur eini størri útbyggingarætlan viðvíkjandi havnarlagnum í Havn.
Tað eru Tórshavnar Kommuna og Tórshavnar Havn, sum í felag fíggja ætlanina. Ætlanin er fíggjað uttan lántøku. Kommunan hevur játtað 15 milliónir krónur, fyribils í tvey ár.
Oljuhavn á Sundi
Kapping tykist hava tikið seg upp viðvíkjandi oljuvinnu og hvør kommuna kann bjóða longsta og mest lokkandi bryggjukantin.
Frammi hevur verið, at ymsar ætlanir eru á Drelnesi um oljuvirksemi og at í Runavík eru ætlanir um útbygging av havnini, við atliti til møguliga ojuvinnu.
Leivur Hansen, sigur til hetta, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju, sum saman við einum bretskum felag ætlar at hava oljuútgerðarhavn á Sundi. So vítt borgarstjórin veit, so eru hesar fyrireikingar í gongd. Kommunan skal bert leggja vatnkaðal frá brunninum í Villingardali og inn á Sund. Hetta skal gerast skjótt, men Leivur Hansen metir hetta ikki at taka langa tíð, tí talan er ikki sum so um stór arbeiði.
Men útbyggingin av molanum í Havn er so bert ein liður í arbeiðinum at fáa meira bingjuplass, nú transitt-virksemið tykist vinda uppá seg. Arbeiði skuldi vera liðugt í 2001, men gongst, sum Phil & Søn hevur sett út í kortið, so verður arbeiðið liðugt longu um 14 mánaðar.