Eysturoyartunnilin: Nú verður nógv bíligari hjá teimum sum koyra nógv

Nú verður ein skipan við føstum prísi sett í gildið – men tað er ikki fyri allar bilar

Nú fer tað at vera nógv bíligari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin hjá teimum, sum koyra nógv. Men nýggja skipanin er bara galdandi fyri persónbilar. Tað boðar tunnilsfelagið frá beint nú. Tað merkir, at tá ið ein persónbilur hevur koyrt 40 ferðir á sama strekki í Eysturoyartunlinum, verða allir túrarnir, sum eru út yvir tað, ókeypis. Hjá teimum, sum hava hald, verður skipanin sett í verk automatiskt. 

 

Tað merkir, at tað fer í mesta lagi at kosta 2.100 krónur um mánaðin at koyra ímillum Streymoynna og Eysturoynna, sama hvussu nógv ein koyrir. Og samstundis fer tað í mesta lagi at kosta 700 krónur um mánaðin at koyra ímillum Toftir og Strendur, sama hvussu nógv ein koyrir. Skipanin verður sett í verk í morgin, 1. juli.

 

Eftir avsláttarskipanini, verður tað yvirhøvur bíligari at koyra, tess oftari ein koyrir. Teir fyrstu 10 túrarnir ímillum Streymoynna og Eysturoy, kosta 75 krónur hvør, og so lækkar prísurin so líðandi og tann, sum koyrir ímillum 31 og 40 túrar, rindar 30 krónur fyri túrin – og so eru allir aðrir túrar út yvir tað, ókeypis.

 

Teir fyrstu 10 túrarnir, sum ein koyrir ímillum Toftir og Strendur, kosta 25 krónur fyri hvønn túr, men so lækkar prísurin so líðandi og tann, sum koyrir ímillum 31 og 40 túrar ímillum, rindar 10 krónur fyri túrin – og so eru allir túrar útyvir tað, ókeypis.