Eysturoyingar skifta bát og fólk

Tá ið gamli Eysturoyingur ólavsøkuaftan fer at bjóða Klaksvíkingi av, verður tað við tveimum gomlum kapprógvarum umborð

KAPPRÓÐUR

 

Týsdagin verður ólavsøkuaftan, og harvið verður síðsti FM kappróðurin í ár. Tað er framvegis stórur spenningur í FM kappingini í fleiri bátastøddum. Mest fokus hevur alt róðrarárið verið á kappingina millum 10-mannaførini, har Eysturoyingur legði bragdliga fyri og vann fult stigatal í tveimum teimum fyrstu róðrunum, og har Klaksvíkingur síðani hevur vunnið fýra ferðir á rað.

Soleiðis sum stigatalvan sær út, so er Klaksvíkingur greiður favorittur at vinna FM. Klaksvíkingur hevur 40 stig, og Eysturoyingur hevur 38 stig.

Um tað skal eydnast Eysturoyingi at røkka sama stigatali sum Klaksvíkingi og harvið vinna meistaraheitið – um tað eftir lokið kappingarár stendur á jøvnum, so er úrslitið á ólavsøku avgerandi – so er treytin tann, at bæði Eysturoyingur og Ormurin Langi ólavsøkuaftan vinna á Klaksvíkingi. Tað ber til, men út frá úrslitunum seinastu ferðirnar tykist tað vera ógvuliga lítið sannlíkt.

 

Skifta bát

Í einari roynd at styrkja um fyritreytirnar at vinna á Klaksvíkingi, hava teir á Eysturoyingi gjørt av, at teir á ólavsøku ikki skulu rógva við spildurnýggja bátinum, sum teir tríggjar tær seinastu ferðirnar hava kappast í.

Síðani á Vestanstevnu í Sandavági, tá ið Klaksvíkingur á túsund metra teininum vann við einari bátslongd á Eysturoyingi, hevur nýggja gula 10-mannafarið ikki verið at sæð á Skálafjørðinum.

Í staðin hevur gamli báturin, um tað ber til at siga soleiðis um 10-mannafarið, ið varð smíðað í 1998, verið nógv at sæð, og tað verður ellivu ára gamla snekkjan, sum hevur vunnið so nógvar róðrar, ið teir í ársins síðsta róðri fara at kappast umborð á.

Eysturoyingur hevur vant nógv í hesi vikuni. Hann hevur verið at sæð á eystaru síðu á fjørðinum, har kappróður plagar at vera, og hann hevur verið at sæð fram við vestara armi á fjørðinum, bæði á Hulki og longri inni og longri úti á Strondum og út móti Raktanga.

Nýggi Eysturoyingur er ikki í neystinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum. Báturin stendur í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, og fleiri kvøld í hesi vikuni hevur hann verið at sæð á vánni í Klaksvík. Árnfirðingar fyrireika seg til á ólavsøku at rógva oldboys róður við honum.

 

Skifta fólk

Nú tað tykist sum um, at FM heitið er rættuliga langt burtur, leggja teir á Eysturoyingi ógvuliga nógv fyri í roynd at vinna ólavsøkuróðurin og harvið at fáa eitt slag av uppreisn fyri úrslitini, sum ikki hava verið so góð, sum tað frammanundan varð vónað, og sum gongdin í tveimum teimum fyrstu kappingunum í ár kundi bent á.

Seinastu árini hevur nógv fokus verið á, hvussu týdningarmikið tað hevur verið, at kappróðrarbátarnir hava verið so lættir, sum tað hevur borið til. Dømi um hetta var í fjør, tá ið teir á Havnarbátinum tóku ta avgerð, at teir skuldu skifta Havnarbátin út við Klaksvíking. Tann royndin eydnaðist væl, tí Havnarbáturin vann tríggjar tær seinastu ferðirnar, og harvið eydnaðist tað í tættari kapping við Ormin at vinna FM heitið.

Avgerðin, sum teir á Eysturoyingi nú hava tikið, ber við sær, at teir fara at kappast í tyngri báti, enn teir frammanundan hava gjørt. Haraftrat hava teir skift tveir av manningini út. Tveir lutfalsliga ungir og lættir, men eisini royndir rógvarar eru farnir í land, og tveir aðrir eru í hesi vikuni komnir umborð.

Talan er um Jón Rosenblad og Ragnar við Streym. Teir eru báðir væl tyngri enn teir báðir, sum teir hava loyst av. Teir sita á toftini, og harvið fer báturin at stinga djúpari har frammi, og samstundis fer báturin at sleppa sjónum betri longri afturi. Tað verður roknað við, at styrkin og vektin og broytta javnvágin skulu styrkja um fyritreytirnar at vinna á Klaksvíkingi.

 

Fleiri bjóða av

Higartil í ár hava Klaksvíkingur, Eysturoyingur og Ormurin Langi kappast. Á ólavsøku vera tað bara hesir tríggir bátarnir, sum fara at kappast um FM stigini. Men tað fara aðrir bátar at luttaka í ólavsøkuróðrinum.

Størsti áhugin snýr seg um, at Hoyvíkingur skal taka lut. Tríggir føroyingar fara at rógva við Hoyvíkingi, sum haraftrat fer at hava útlendska manning. Mest kendur í Føroyum er Stefen Mølvig, sum áður hevur bæði róð og verið venjari í Føroyum. Og so fara royndir og væl trimmaðir rógvarar úr Sveis, Onglandi, Danmark, Hollandi og USA fyri fyrstu ferð nakrantíð at rógva við føroyskum 10-mannafari.

Í vikuskiftinum verður tað ivaleyst nógv kappróðrarferðsla á Havnarvág, og tá verður kanska eisini møguleiki at síggja Hoyvíking venja.