Eysturríki fær smílið fram hjá okkum tilkomnu fótbóltsfjepparum. Og tað er altíð serligt at verða í EM ella HM-undanbólki saman við Eysturríki.
Á heimavølli hava vit ein sigur, ein javnleik og eitt tap í undankappingardystum móti Eysturríki. Vit vunnu 1-0 í 1990, spældu góðan javnleik 1-1 í 2008, men taptu greitt á Tórsvølli í 2013.
Vit hava tó verið greitt við undirlutan í Eysturríki. Vit hava tapt 0-3, 1-3 og 0-6 í undankappingardystum í Eysturríki.
Týskarin, Franco Foda hevur verið eysturríkskur landsliðsvenjari síðani 2017, og hann og hansara menn skulu komandi summar kappast í EM-endaspælinum. Eysturríki er í EM-bólki saman við Niðurlondum, Norðurmakedonia og Ukraina.
Um komandi HM-undanbólkin Eysturríki skal kappast í sigur Franco Foda við eysturríkska blaðið "Standard", at hann og hansara menn fara at gera alt fyri at enda ovast ella næstovast í bólkinum.
Franco Foda minnir á, at Skotland og Danmark skulu eisini kappast í EM-endaspælinum komandi summar. Hann heldur Ísrael er sterkt offensivt, og so vísir Franco Foda á, at Føroyar fyri stuttum hava vunnið sín Nations League bólk frammanfyri Malta, Lettland og Andorra. So Franco Foda staðfestir ein sterkan HM-undankappingarbólk Eysturríki er komið í.
Eysturríki hevur ikki vunnið seg í eitt HM-endaspæl síðani 1998.
Bólkur F:
Danmark (12. (FIFA ranking))
Eysturríki (23.)
Skotland (48.)
Ísrael (87.)
FØROYAR (107.)
Moldova (177.)