Fáa internetið aftur í morgin

Tórshavnar kommuna hevur skatt ein kaðal, tá hon hevur gravað fyri nýggjari kloakkskipan í miðbýnum.

Eitt óhapp í Dr. Jacobsens gøtu í Havn hevur ført til, at nøkur hava mist telefon- og internetsambandið heima.

 

Tað er Tórshavnar kommuna, sum leggur nýggja kloakkskipan í miðbýnum, men í dag hevur gravimaskinan verið ov nøsk og skaði er komin á ein telekaðal hjá Net.

 

Páll Vesturbú, stjóri í Net sigur, at tíverri er nøkur, sum hava mist telefon- og internetsambandið orsaka av óhappinum.

- Vit royna at merkja allar kaðalarnar hjá okkum, men onkuntíð gleppur kanska, ella onkur gravar eitt sindur við síðunar av merkinum. Eg tori ikki at siga við vissu, júst hvat er hent her, annað enn at staðfesta, at ein kaðal er skaddur, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað ikki eru nógv, sum hava klagað um, at nakað er galið við sambandinum, men hann veit ikki, hvussu nógvir kundar eru raktir. Talan er um bæði kundar hjá Føroya Tele og Hey.

 

- Skaðin er ikki stórur, og tí eru tíbetur ikki so nógvir kundar raktir. Tað er tó eitt umfatandi arbeiði at umvæla skaðan, serliga nú meðan Tórshavnar kommuna eisini gravar í økinum. Teknikararnir byrja at umvæla skaðan í morgin árini, men eg kann ikki siga neyvari, nær sambandið verður gott aftur, sigur hann.