Enska stórfelagið, Manchester United, hevur ætlanir um at stovna eitt egið fulltíðar kvinnulið. Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at umsókn um at fáa neyðugu loyvini er send til enska fótbóltssambandið.
Hetta er fyrstuferð í 140 ára søgu felagsins, at Manchester United fer at hava egið kvinnulið, og felagið er samstundis 20. og seinasta Premier League-felagið, ið fær egið kvinnulið.
- Vit kunnu við gleði boða frá, at felagið ætlar sær at stovna sítt fyrsta fulltíðar kvinnulið, og at vit hava sent umsókn um at sleppa at spæla í WSL2 (næstbestu deildini), sigur talsmaðurin hjá felagnum, Ed Woodward, við heimasíðuna.
Hann sigur eisini, at kvinnuliðið skal byggjast á somu grundreglur sum mansliðið. Verður umsóknin gingin á møti, so luttekur liðið í WSL2 longu komandi kappingarár. Liðið fer eftir ætlan at hava heimavøll á The Cliff í Salford.
BBC skrivar, at enska fótbóltssambandið plagar at hava avgreitt allar innkomnar umsóknir um luttøkuloyvi í mail.