Fáa reytt kort fyri at grenja

Premier League herðir revsingina fyri óhøviskan atburð móti dómaranum

Tað skal vera ein farin tíð, at fótbóltsspælarar umringa dómaran og banna og blóta eftir honum. Enska Premier League herðir nú revsingina fyri tað, sum hon sjálv kallar ótolandi atburður.

 

- Vit hava seinastu fýra kappingarárini merkt, at ótólandi atburður frá spælarum og venjarum undir dystum er komin á eitt støðið, sum vit ikki kunnu góðtaka, boðar Premier League frá og sigur, at nú verður revsingin herd.

 

- Vit fara at seta sjóneykuna á atburtðin mótvegis dómarunum, í eini roynd at minka um hendan atburðin. Vit tosa um slík ting sum at mótmæla eina avgerð hjá dómaranum ella at koma rennandi langan veg fyri at seta dómaran til rættis, sigur Richard Scudamore, formaður í Premier League.

 

Ein av revsingunum er, at tað nú fer at geva beinleiðis reytt kort, um ein spælari nýtir ástoytandi, háðandi ella óhóskandi orð ella gerðir mótvegis dómaranum.

 

- Sjálvandi hend ting í dystarinnar hita, tá alt gongur við nógvari ferð, og vit ynskja at varðveita tað íðni, sum viðhaldsfólkini ynskja. Men spælarar og leiðarar mugu geva sær far um, at tað er eitt mark, sum teir ikki mugu fara um, sigur Richard Scudamore.