Fáa skattalætta

Í Noregi hevur Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, boðað frá, at stjórnin ætlar at broyta skattalógina næsta ár, og at norðmenn eisini kunnu vænta at fáa skattalætta í 2005.

Boðini frá ráðharranum komu á einum árligum fundi um gjaldoyraviðurskifti. Hann segði, at eftir ætlanini hjá stjórnini verður skattastigin broyttur, samstundis sum botnfrádrátturin verður hækkaður. Í veruleikanum er talan um eina skattanýskipan, segði Per-Kristian Foss,sum væntar, at uppskotið um skattalætta verður klárt at leggja fyri Stórtingið í vár.

Sambært norskum fjølmiðlum fara tær ætlaðu broytingarnar at kosta tí almenna einar 12 milliardir norskar krónur, men stjórnin hevur boðað frá, at í ávisum førum fara broytingarnar at gera, at summi skulu gjalda meiri skatt av ávísum inntøkum.