Landsdystur
Tað var ikki hin knall harða venjingin, sum Allan Simonsen hevði fyrireikað til leikarar sínar, tá teir mánakvøldið vóru á Tórsvølli, sum mikudagin leggur gras til seinna landsdystin ímóti russum.
Heldur tóktist tað soleiðis, vøddarnir skuldu hitast væl og virðiliga upp, og á tann hátt mykjast við eitt sindur av løttum bóltspæli. Hetta var nú kanska heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, undir hvørjum umstøðum leikararnir spældu leygardagin.
Tað var av sonnum ein dystur, sum veruliga seyg megi úr beinunum hjá leikarunum, og tí vildi neyvan verði skilagott at tveitt leikararnar ígjøgnum nakrar kropsligar harðar venjingar beint undan næstu uppgávuni.
Eru beinini góð?
Hóast tað sostatt kann hugsast, at fleiri av leikarunum á landsliðnum eru rættiliga moyrir, so tykist Allan Simonsen ongar ætlanir at hava um nakrar stórvegis broytingar á liðnum til mikudagin.
Við seinatsa dupultumfarinum hjá landsliðnum, sum var ímóti Sveis og Jugoslavia, kundi annars verið upplagt, at landsliðsvenjarin valdi at seta nakrar nýggjar leikarar inn. Ta ferðina segði Allan Simonsen eftir stórtapið móti Jugoslavia, at dysturin móti Sveis framvegis sat í beinunum.
Gula liðið
Hóast talan var um lætta venjing, so hugnaðu leikararnir sær at enda við at spæla dyst ímóti hvørjum øðrum, og hesir dystirnir undir venjing geva aloftast eina góða mynd av, hvussu liðið fer at síggja út til komandi uppgávuna.
Býtt varð eins og vanligt í tveir partar, og eins og vanligt, so tóktist gula liðið at vera sett saman av teimum leikarum, sum fara at byrja inni á vøllinum, meðan teir leikarar, sum ongan vest høvdu, helst mugu taka til takkar við einum plássi á beinkinum.
Verður hetta so, er líkt til, at liðið móti Russlandi fer at síggja soleiðis út: Í málinum verður Jákup Mikkelsen. Verjan verður sett saman av Óla Johannesen, Hans Fróða Hansen og Johan Byrial Hansen, og umframt teir tríggjar verður Jens Kristian Hansen helst eitt slag av bylgjubrótara framman fyri miðverjuna. Í borðunum verða Jákup á Borg og Øssur Hansen, meðan Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson og John Petersen fara at manna miðvøllin. Í álopinum verður Christian Høgni Jacobsen so einsamallur maður, tó at tað helst er ætlanin, at serliga John Petersen skal stuðla upp undir álopspartin av miðvøllinum.
Ein skal út
Umframt at venjarin skal gera av, hvørjir ellivu skulu byrja á vøllinum, so noyðist Allan Simonsen eisini at boða einum leikara frá, at hesin ikki verður við í hópinum til dystin.
Átjan leikarar kunnu vera í hópinum, men orsakað av leikbanninum hjá Øssi til dystin móti Luksemburg, hevði Allan Simonsen tikið nítjan leikarar út til báðar dystirnar.
Tá eingin leikari tykist útlokaður av skaða, og einki leikbann ger seg galdandi, skal ein leikari sáldast frá, og tað er væl hugsandi, at hesin verður ungi klaksvíkingurin, Hjalgrím Elttør. Hann eigur framvegis fyrstu minuttirnar á landsliðnum til góðar, men hinvegin er hann eisini við í hópinum fyri at læra, og við unga aldrinum havandi í huga, er tað ein leikari, sum framvegis hevur ráð at bíða, til boð verða eftir sær.