Seinnapartin í dag fer fíggjarnevndin at leggja álitið um fíggjarlóg fyri komandi ár fyri løgtingið.
Fíggjarnevndin legði seinastu hond á verkið seinnapartin í gjár, og aftur í morgun skuldu tær seinastu rættingarnar gerast.
Jørgen Niclasen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at tað verður ikki ein samd nevnd, sum leggu álitið fyri tingið.
Hann sigur, at umboðini fyri samgonguna fara at leggja eitt meirilutauppskot fram einsamøll
? Tíverri eydnaðist ikki at fáa andstøðuna at taka undir við fíggjarlógini, sigur Jørgen Niclasen.
Men hann sigur, at tað var ómøguligt at fáa andstøðuna við, tí hon setti so órímilig krøv, at tað bar heilt einfalt ikki til at ganga henni á møti.
Hvørji krøvini vóru, vildi hann ikki siga.
Men hann dylir ikki fyri, at hann er vónbrotin av andstøðuni, tí tá ið uppskotið var til viðgerðar í tinginum, tóktist andstøðan at vísa vilja til samstarv.
Lítið broytt
Annars sigur hann, at álitið, sum nú verður lagt fram, er lítið broytt afturímóti tí, sum landsstýrið legði fram í heyst.
? Hann vil ikki avdúka út í æsir, hvørjar broytingarnar eru.
Men høvuðsbroytingin er, at vit hava hækka játtanina til pensjónir, sigur hann, uttan at hann vil siga, hvussu nógv.
?Men tað hækkingina hava vit tikið innaftur við sparingum á øðrum økjum, so endatalið er á leið tað sama sum hjá Landsstýrinum.
Ikki órímilig krøv.
Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur fyri javnaðarflokkin í andstøðu, heldur ikki, at hann hevur sett ómøgulig krøv.
? Landsstýrið skeyt í sínum uppskotið upp, at fíggjarlógin skuldi hava 127 milliónir í avlopi.
? Meirilutin í fíggjarnevndini vil hava avlopið at verða 127,5 milliónir.
? Men eftir mínum uppskoti bleiv yvirskotið 121,5 milliónir.
? Tvs, at vórðu okkara krøv gingin á møti, hevði avlopið blivið seks milliónir minni enn meirilutin skjýtur upp.
Vilhelm Johannesen sigur, at hann skeyt upp spara 46 milliónir á tveimum økjum, men at hann mælti til at hækka útreiðslurnar til onnur øki 52 milliónir.
? M.a. mælti eg til, heilt at avtaka upphæddina uppá 40 milliónir, sum ætlanin er at játta til endurnýgging av fiskiflotanum.
? Orsøkin til tað er, at har er ongin lóggáva. ? Og eg haldi, at vit skulu hava eina lóggávu, áðrenn peningur verður játtaður, so vit vita, havt vit játta peningin til.
?Somuleiðis mæli eg til at skerja tær seks milliónirnar, sum ætlanin er at játta til sjálvstýrisfyrisiting.
Hinvegins skjóti eg upp at hækka fólkapensjónina 40 milliónir.
? Tvs, at 15 milliónir fara til at regulera almannaveitingar við.
?Men restina var ætlanin at brúka at hækka fólkapensjónina hjá teimum, sum onga aðra inntøku hava.
Vilhelm Johannesen sigur, at tað hevði ført við sær, at pensjónin hjá teimum, sum onga aðra inntøku hava, hevði hækkað runt roknað 1.000 krónir um mánaðin.
? Somuleiðis skeyt Vilhelm Johannesen upp at hækka lestrarstuðulin fimm milliónir, úr 44 milliónum, upp í 49 milliónir.
Hinvegin ætlar landsstýrið at lækka lestrarstuðulin tvær milliónir, niður í 42 milliónir.
? Eg haldi, at tað er skeivt at lækka lestrarstuðulin. ? Tey lesandi hava so trong kor, at tað hevði verið rætt at hækka stuðulin í nøkur ár nú.
Hann skeyt eisini upp at hækka játtanina til dagstovnar fýra milliónir fyri at nøkta tørvin á barnaansing, og hann mælir eisini til at seta 3,5 milliónir av til uppihaldshjálp, meirilutin vil bara játta 500.000 krónur.
Vilhelm Johannesen sigur, at hann boðaði frá hesum treytunum longu tá ið uppskotið var til 1. viðgerð, so tað kann ómøguligt koma óvart á Jørgen Niclasen, at javnaðarflokkurin fór at seta ymisk krøv.
? Tá uppskotið var til viðgerðar í tinginum, boð frá, at vit rættu samgonguni hondina.
? Men Jørgen Niclasen kann ómøguligt hava roknað við, at vit fóru at gera tað treytaleyst, uttan at seta nøkur rímilig krøv fram, sigur Vilhelm Johannesen.